Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni Rigmor Dam um tað er ein møguleiki fyri,a t vit fáa gjørt ein portal, sum rúmar føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði.
Landsstýriskvinnan helt, at hetta er eitt gott hugskot, tí talan er um at varðveita føroyska mentannararv.
Spurningurin um at stuðla føroyskum bátasmíði hevur áður verið viðgjørdur í tinginum, emn tá var ikki meirluti fyri at seta pening av til hetta arbeiðið.
Sum landsstýriskvinnan svaraði, so er framvegis spurningurin um pening avgerandi fyri um nakað av hesum kann gerast veruleiki. Hon vísti til álit, sum eru gjørd í málinum og vísti á, at hetta er gjørt í grannalondum okkara, men framvegis er peningaspurningurin avgerandi.
Annita á Fríðriksmørk fegnaðist um, at landsstýriskvinnan heldur, at hetta er ein spurningur, sum arbeitt eigur at verða víðari við.