Í heyst boðaði Sølvi Reinert Hansen frá, at hann stillar upp til komandi forsetavalið. Sjálvur segði Sølvi tá, at hann var fegin um, at hann í somikið góðari tíð kundi boða frá uppstilling sínari. Ikki minst tí hetta eisini gav øðrum møguleika at stilla upp.
Freistin at stilla upp var úti á midnátt fríggjakvøldið, og tá var enn eitt uppskot komið ÍSF-skrivstovuni í hendi.
Við stuðuli frá Flogbólts-, Svimji-, Fimleika-, Judo-, badminton, Borðtennis- og Skjótisambandinum hevði Hondbóltssambandið skotið Annsy Høghamar upp sum valevni.
Annsy er av Eiði, men best man hon vera kend úr Kyndli, har hon ígjøgnum nógv ár hevur røkt álitissessir í felagnum. Hartil var hon eisini partur av fyrstu oyggjaleikanevndini, sum fyrireikaði ferðina til Man í 1985, umframt at hon eisini hevur verið nevndarlimur í Tórshavnar Ítróttarráð.
Og tó at møguleikin stakk seg heldur brádliga upp, so ivaðist hon ikki, tá hesin beyðst.
- Tað er ikki hvønn dag, at ein slíkur møguleiki kemur. Og eg føli hetta sum eitt veldugt heraklapp fyri tað arbeiði, sum eg havi gjørt gjøgnum árini. Samstundis helt eg at hetta ljóðaði sum ein ótrúliga spennandi avbjóðing, so eg skuldi ikki nýta so nógva umhugsunartíð, áðrenn eg segði ja, sigur Annsy.