Eg skrivaði ein stubba tá (14. januar): Klaksvíkingar í herferð. Mín niðurstøða var, at sjúkhúsverkið var forbronglað til lokalpolitikk av grovasta slag.
Síðani havi eg lúrt eftir, um ikki onkrar grundgevingar komu fram fyri at flyta so nógv til Klaksvíkar Sjúkrahús, men eg havi einki funnið, heldur tvørturímóti.
Heilsumálaráðharrin førir fram (20. januar), at eingin ivi skal vera um, at okkara heilsuverk altíð strembar eftir at fylgja fakligum tilmælum frá danska Heilsustýrinum.
At flyta urologiska deild, ryggambulatorium og endurvenjingardeild til Klaksvíkar, er beint ímóti tí, sum mælt verður til og gjørt verður í Danmark í dag. Har skal SPARAST, og skuldu vit gjørt tað sama, svaraði tað til ca. 50 mill. kr. og hetta er í rakstri. Tað merkir, at játtanin til okkara sjúkhúsverk kundi verið ca. 50 mill. kr. minni um árið.
Strategiin hjá dønum er at miðsavna spesialini á færri eindum, økja ambulant virksemi, leggja sjúkhús saman, niðurleggja sjúkhús, brúka nýggja tøkni, umskipa administratión og hava “uvildig faglig analyse”.
Hetta verður gjørt, uttan at tað gongur út yvir dygdina av kanningum og viðgerð, og sum frá líður skal støðið hækka.
Urologi er eitt víttfevnandi spesiali, og tað verður í Danmark savnað á teimum størru sjúkhúsunum.
Í aðurnevndu grein (Sjúklingurin í fokus 20. januar) stendur:
“Avgerðin kemur at taka atlit til trygdina og tænastuna til sjúklingin og ikki atlit til politikarar, sum rópa hart, tí teir vilja draga okkurt til sín.”
Her er mótsøgn millum orð og gerð.
Landssjúkrahúsið hava vit havt í 40 ár. Nú skal tað býtast á skinninum út á tríggjar matriklar.
Í stuttum kann sigast um hesa ætlan, at vit fáa eitt óneyðuga dýrt sjúkhúsverk, sum ikki hongur saman, so alt heilsuverkið sindrast og verður ringt at fáa á rætta kós aftur. Her dregur hilsumálaráðharrin til seg og síni uttan fyrilit.
Fyrst skuldi sjúkrakassin til Klaksvíkar, sjálvt um høli vóru tøk aðrastaðni í landinum. Landsumfatandi endurvenjingardeild, sum skal vera í Klaksvík. Síðani ryggambulatorium sum Klaksvík skal hava einkarrætt til, og í endanum urologisk serdeild sum av nógvum grundum ikki eigur at vera á teimum smáu sjúkhúsunum.
Vit kunnu eisini spyrja um uppsøgnin av sjúkhússtjóranum á Landssjúkrahúsinum, uttan haldgóða grundgeving, hevur nakað við hetta spælið at gera.
Kann ein landsstýrismaður brúka sítt starv til slíkt?
Niels Bendzen ríkisumboðsmaður hevði royndirnar aftanfyri seg, tá hann segði:
“Útbyggið Landssjúkrahúsið, tí tað er best fyri sjúklingin og bíligast fyri landið”.
Sum er, skramblar virðingin fyri landsins stýri niður.