Ansa eftir at Apple ikki seinkar telefonina við iOS 11.3

Øði kom í fleiri Apple kundar síðst í 2017, tá tað kom fram, at fyritøkan gjørdi fleiri iPhone'ir við gomlum battaríum seinari. 

 

 

Endamálið var, at minka um orkuna fyri at sleppa undan, at telefonin knappiliga sløknaði og tendraði aftur, tí hon var óstøðug. Ein onnur orsøk var, at Apple vildi tryggja, at battaríið ikki brann skjótari út, hóast battaríið var gamalt. 

 

 

Hóast Apple hevði tað besta í hyggju, so vóru kundarnir ónøgdir við, at telefonirnar gjørdust seinar. Sum svar til kritikkin hevur Apple sett prísin á at skifta battarí niður á 229 krónur.

 

 

Umframt tað, so hevur Apple í nýggju  iOS 11.3-oppdateringini gjørt tað soleiðis, at tað ber til at fylgja við, hvussu battaríið hevur tað, skrivar Jyllands Posten.  

 

 

Til dømis ber til at hyggja at, hvussu nógv orka er eftir, og um iOS óbiðið hevur minka um orkuna fyri at verja battaríið. 

 

 

Hetta sært tú, tá tú fert á  Indstillinger -> Batteri -> Batteritilstand.

 

 

Her ber til at sløkkja fyri orku avmarkingini, men tað kann elva til, at telefonin knappliga sløknar, tí onki battarí er eftir. Hetta kanst tú ikki tendra aftur, fyrr enn telefonin aftur sløknar, tí battaríið er vorðið ov slitið. Tað kann rættast, um battaríið verður skift, skrivar Jyllands Posten.

 

 

Hetta ber bert til at síggja í iOS 11.3 á iPhone SE, 6, 6 Plus, 6S, 6S Plus, 7, og 7 Plus. Apple greiðir frá, at tær nýggjaru 8, 8 Plus og X eru gjørdar á ein annan hátt, so tørvur er ikki á tí.