Spanskir myndugleikar stongdu í gjár seks strendur skamt norðanfyri Barcelona. Hetta var gjørt, eftir at tríggir hávar vóru sæddir í økinum. Fleiri túsund fólk plaga at svimja í økinum, men myndugleikarnir tordu ikki at loyva teimum út í havið, meðan hávarnir vóru í økinum.
Nógvir føroyingar vitjað í Barcelona um summarið, serliga nú Atlantsflog flúgva beinleiðis. Stongdu strendurnar liggja millum Premia de Mar og Masnou norðanfyri Barcelona.
Hávarnir sum sæddir eru, eru bláhávar. Teir eru vandamiklir, men tað er sjálvdan at teir loypa á fólk. Spanskir myndugleikar hava leitað eftir hávunum í økinum. Lokalir fiskimenn siga, at hávur er javnan at síggja í økinum, men at flestu teirra ikki eru vandamiklir fyri menniskju.
Seinastu árini hava fimm hávaálop verið í Spania og eitt fólk doyði av løstunum. Tað eru fleiri tílík álop hvørt ár í Miðjarahavinum. Í Grikkalandi hava tað verið 26 slík álop og í Italia hava tað verið 16.