Ansaðu væl eftir Henry

Í farnu viku vórðu upptøkur gjørdar til eina nýggja Nike-sjónvarpslýsing, sum skal sendast í sambandi við HM-endaspælið í summar.

Franski fótbóltsspælarin Thierry Henry, sum dagliga spælir fyri enska felagið Arsenal, er høvuðsleikari í lýsingini, og hann var á gøtuni í London mánadagin, har upptøkur vórðu gjørdar. Nike stúrdi so nógv fyri, at fólk skuldu fáa innlit í lýsingina, áðrenn hon verður send í sjónvarpi, at fyritøkan hevði 49 vaktarfólk at ansa eftir, meðan upptøkurnar vórðu gjørdar.
Nike ger nógv burtur úr hesari sjónvarpslýsing, sum skal selja merki til øll tey, sum hyggja eftir fótbólti. Umframt Henry skal eisini fyrrverandi franski stórspælarin Eric Cantona verða við í lýsingini.