Mánadagin er føstulávint og meðan tey flestu fyrr gingu í gekkaskortum, er tað nú vorðið alt meiri vanligt við andlitsmáling.
Men minst til, at alt er ikki gott at smyrja á húðina, so ansið eftir og verið varin. Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt ein lista við góðum ráðum at minnast til.
1. Varða teg fyri ovurviðkvæmi
Smyrsl skal so vítt gjørligt vera fast. Flótandi smyrsl inniheldur nógv fleiri haldevni, sum kunnu vera ein trupulleiki, um ein hevur ovurviðkvæmi av onkrum slag.
Um barnið fær eina reaktión upp á smyrslið er best at fara til lækna og biðja um eina kanning fyri at staðfesta, um ovurviðkvæmi er orsøkin.
Um húðin verður irriterað, skal smyrslið vaskast av sum skjótast.
2. Verj húðina hjá barninum
Nýt eitt feitt krem undir smyrslið, gjarna eitt krem við einum umhvørvismerki. Tað verjir húðina og ger tað lættari at fáa smyrslið av aftur.
Ver nærlagdur við at vaska smyrslið burtur. Nýt vatn og sápu, um tað er vatngrundað smyrsl og reinsikrem, um smyrslið er feittgrundað.
Smyr ikki smyrsl á varrar og eygu, ei heldur á turra húð ella húð sum er brostin ella hevur sár og skursl.
3. Kanna vørurnar við Kemiluppen
Brúkararáðið Tænk Kemi hevur kannað innihaldið í fleiri enn 150 ymiskum smyrslið til føstulávint. Úrslitini síggjast lættliga í appini Kemiluppen, sum Tænk Kemi hevur ment. Kemiluppen er at fáa á Google Play Store og á App Store.
Keyp einans smyrsl, sum hevur eitt innihaldsyvirlit og les tað.
Tveit smyrslið burtur, tá evsta dagfesting er farin.