Ansið eftir húkinum

Í dag er tunnilsdagur í Klaksvík, og nú meira ferðsla enn vanligt verður til Klaksvíkar, hava klaksvíkingar sett ávaringarskelti upp um húkin í rundkoyringini. Landsferðslunevndin hevur mett, at húkurin í rundkoyringini í Klaksvík kann verða vandamikil fyri ferðsluna, og hetta hevur fingið Landsverk at biða klaksvíkingar um at taka húkin niður aftur.

Húkurin stendur tó framvegis í rundkoyringini við innkoyringina til Klaksvík, og nú roknað verður við nógvari ferðslu til Klaksvíkar í dag, tí ókeypis er at koyra ígjøgnum tunnilin, eru fleiri ávaringarskelti sett upp.

Eitt skelti ávarar um vandamiklan húk fyri framman, eitt annað skelti biður fólk koyra ræðuliga spakuliga, og eitt skelti sigur ?Renn ikki á húkin?.

Tað eru neyvan myndugleikarnir, sum hava sett skeltini upp, men heldur onkrir kreativir klaksvíkingar.