Ansið væl eftir gentunum!

Klumma: Viðhvørt blívi eg so glað, at eg eigi synir.

Viðhvørt blívi eg so glað, at eg eigi synir.

Teir eru lítlir enn, men um ikki so nógv ár fara genturnar í teirra flokki at byrja at sminka seg, at tosa um slankikurar, at nýta brósthaldara, hóast tað ikki nýtist fyrrenn nógv ár seinni, og at fáa tað ringt við seg sjálvar.

Tí soleiðis sær veruleikin út. Gentur millum 8 og 11 ár eru glaðar og hava gott sjálvsálit. Gentur úr 12 ár og uppeftir eru oftani tunglyntar, hava ringt sjálvsálit, og í summum førum byrja tær at skaða seg sjálvar.

Kanningar, sum eru gjørdar um allan vesturheimin, vísa hetta, og tað er dapurt fyri okkara gentubørn.

Eg og familjan plaga at svimja hvønn fríggjadag saman við nøkrum øðrum familjum. Í brúsirúminum saman við øllum mammunum og børnunum leggi eg oftani til merkis, at smágentur hyggja uppá naknu kropparnar. Onkuntíð koma onkrir fittir spurningar um boppir og hár, men oftast hyggja tær bara.
Og tað er so GOTT, at tær hyggja - at tær síggja hvussu normalir, vælfungerandi kvinnukroppar síggja út – við dellum, appelsinhúð, hangiboppum og arrum.

Tí hvussu ofta síggja gentur normalar kroppar, ið ikki eru viðgjørdir í Photoshop ella øðrum forritum?

Ógvuliga sjálvdan er svarið tíanverri.

Tær verða gøddar við myndum av anorektiskum modellum og háttum, sum tær skulu gera fyri at síggja líka út sum modellirnar. Tá tær síðani finna út av, at tað er ógjørligt at náa (eftirsum modellirnar eru viðgjørdar í Photoshop), gerast tær keddar og kenna seg lítið verdar.

Eg veit, at hetta kjakið er elligamalt, men tá ONKI broytist, og genturnar bara fáa tað verri, so kann tað ikki sigast nóg ofta! Tit eru fantastiskar, júst sum tit eru skaptar – tað, tit síggja í bløðum og sjónvarpi, er ikki veruleikin - hann finna tit í nærmasta svimjihyli. Far bara og hygg!