Ansið nú eftir!

Ætlanirnar hjá samgonguni eru nú komnar fram í ljósmála – nakrar, ið hvussu so er.

 

Tað eru fleiri viðurskifti í hesum ætlanum, sum eg kundi hugsað mær at viðmerkt, men í hesum umfari fari eg bert at halda meg til hetta við skattum og gjøldum á vinnuna, serliga uppisjóvar- og alivinnuna. Samgongan leggur upp til at økja munandi um skatta- og avgjaldstrýstið á hesar vinnur.

 

Tá vit tosa um fyritøkur, serliga í  uppisjóvar- og alivinnuni, so vita vit, at hesar fyritøkur kappast ikki við fyritøkur í Føroyum, men við fyritøkur í útlandinum. Tí er alneyðugt, at virkisumstøðurnar í Føroyum ikki eru verrri enn í londunum vit kappast við - hetta er sjálvsagt. Tað, sum nú hendir við hesum stóru rokningunum til vinnuna, tað fær júst tað at henda, sum ikki skal henda, nevniliga, at kappingarstøðan hjá nevndu vinnum versnar munandi.  Vinnan í Føroyum verður verri fyri enn kappingarneytarnir, og verður her gjørt beint øvugt av tí, sum gjørt verður í nøkrum av londunum, sum vit kappast við. Hetta fer at hava álvarsligar fylgjur fyri alt Føroya land – bæði land og kommunur.

 

Avleiðingarnar verða m.a. at,

 

·        Íløgumøguleikarnir hjá vinnunum versna

·        Íløguhugurin hjá vinnuni minkar

·        Vinnutól – skip og bygningar - verður ikki dagførd og verða við tíðini niðurslitin

·        Vøksturin av lønarinntøkum minkar

·        Land og kommunur fáa lægri persónsskatt

·        Land og kommunur fáa lægri partafelagsskatt

·        Avleidda virksemið minkar

·        Íløgur og  virksemi framyvir verður flutt í onnur lond

 

 

Sum borgarstjóri í eini kommunu við slíkum vinnum, so havi eg sæð, hvussu ómetaligan stóran týdning eitt sterkt vinnulív hevur. Hava vit ikki eitt sterkt vinnulív, so býður ikki bøtur – so einfalt er tað

 

Míni ráð er tí, at samgongan gevur vinnuni bestu kor at virka undir og syrgir fyri, at kappingarstøðan hjá føroysku vinnuni ikki verður verri enn tann hjá kappingarneytunum. Ætlanin, sum nú fyriliggur, gongur ímóti hesum ráðum, men hugsið tykkum nú um einaferð afturat og brúki vit og skil!  

 

Eisini fari eg at heita á samgonguna at arbeiða av kraft við at fáa tollforðingar burtur, so marknaðaratgongdin verður væl betri enn í dag. Eydnast tað, so gevur tað stórar møguleikar fyri føroyska samfelagið – møguleikar, sum veruliga fara at muna.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri(Runavíkar kommuna) og tingmaður