FÓTBÓLTUR
Ársins stjørnuskot er heiðurin, ið verður latin teimum ungu spælarunum, ið hava skarað framúr og víst, at roknast kann við, at meira sæst til teir komandi árini. Gjarna er talan um spælarar, ið hava fingið eitt slag av gjøgnumbroti í fótbóltskappingini.
Hjá kvinnunum var Ansy Sevdal, sum spælir í B68/NSÍ, heiðrað í kapping við Sofíu Purkhús úr KÍ og Monu Breckmann úr AB. Ansy var ikki til staðar beinanvegin í gjárkvøldið, men náddi til Havnar at taka ímóti heiðrinum, áðrenn sendingin hjá Rás 2 var liðug.
– Hetta kennist fantastiskt, og eg hevði slett ikki væntað hetta, segði Ansy, sum hevur eitt eftirnavn, ið ikki er ókent í føroyskum kvinnufótbólti, tí hon er systir Heidi Sevdal, ið var kosin ársins spælari.
– Eg ætli mær eisini at verða líka góð sum stórasystir. Hesin heiðurin hevur nokk við sær, at eg havi góðan hug at halda fram við fótbóltinum.
Heri Simonsen, sum var vertur fyri sendingini, helt skemtandi fyri, at føroyskur kvinnufótbóltur ikki var í einum aldudali, men heldur í »einum Sevdali«. Og Heidi smæddist heldur ikki at geva lítlusystir síni eitt herðaklapp:
– Hygg hatta raska. Tað var fantastiskt og ordiliga stuttligt, at hon skuldi gerast stjørnuskotið. Hon skal bara pressa á, so verður hon kanska betri enn stórasystirin, segði Heidi í telefonini úr Berlin, har hon er á námsferð.
Tvær ferðir Finnur
Hjá Finni Justinussen var tað vorðið sum kvøld, tí umframt at fáa gullskógvin sum toppskjútti, fekk hann eisini heiðurin sum ársins stjørnuskot. Hann hevði júst verið uttanfyri og fingið sær fríska luft, og gekk beint fram við Jákupi Mørk, tá hesin kunngjørdi í mikrofonini, at Finnur var ársins stjørnuskot.
– Eg hoyrdi slett ikki áðrenn, hvørjir vóru í uppskoti, so eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg kom inn. At eg eisini fái henda heiðurin, hongur nokk saman við, at eg eri toppskjútti. Hesum hevði eg í øllum førum ikki roknað við, segði Finnur Justinussen, ið helt, at hann nú kundi fara at fáa sær sítt egna steypaskáp heima við hús.
Venjari hansara í Víkingi, Jógvan Martin Olsen, var sera væl nøgdur við, at hetta veruliga gjørdist eitt stórt kvøld hjá Finni:
– Finnur arbeiðir ógvuliga hart og væl, bæði til venjingar og undir dystum. Sjálvt um hann er toppskjútti og ársins stjørnuskot, so er hann upp á ongan máta ein, ið hevjar seg fram um nakran annan, og eg eri sera fegin um, at hesin heiðurin fall Finni í lut, segði Jógvan Martin, ið var sjónliga errin av sínum framherja.