Ansy á pallin um ein tíma

Fyrrapartin hevur veðrið verið gott, og vánirnar fyri ólavsøkuveðrinum verða sagdar at vera góðar Klokkan 14 verður Ólavsøkan sett. Skrúðgonga fer úr kommunuskúlagarðinum, oman Niels Finsensgøtu og inn á Tinghúsvøllin, har Ansy Høghamar fer at seta Ólavsøkuna. Ansy, sum er ættað av Eiði og í nógv ár hevur búð í høvuðsstaðnum, hevur í mong ár verið ein av eldsálunum í Kyndli.

Sum altíð verður Havnar Hornorkestur við til at blása rætta ólavsøkuhýrin í.

Veðrið í høvuðsstaðnum hevur verið stilt og milt fyrrapartin. Onkur dropin er komin niður, men tað hevur ikki bilað.

Í Útvarpinum í morgun segði føroyski veðurmaðurin á DMI, Alex Rasmussen, seg rokna við góðum ólavsøkuveðri. Møguliga verður okkurt ælið seinnapartin, men tað er ikki víst. Fyrrapartin í morgin, tá ið skrúðgongan verður í og úr dómkirkjuni, og tá ið kórið fer at syngja undir Tinghúsinum og eisini á midnátt í annaðkvøld, tá ið felagssangurin verður, sigur veðurmaðurin seg rokna við fínasta veðri.