Antares stuðlar Livari

Áhugafelagið Antaraes, sum er felagsskapur fyri føroyingar, ið starvast uttanlands, hava stuðlað ferðini hjá Livar Nysted um Indiska Havið við 50.000 krónum. Limir í Antares og onnur hava savnað peningin inn.

Antares var sett á stovn í 2004 og telir nú 500 limir, sum starvast uttanlands innan nógv øki. Nógvir av limunum er í sjóvinnu.

Livar skal saman við øðrum rógva um Indiska Havið. Ferðin byrjar í Australia – nærindis Perth – umleið 1. juni, og síðani skulu teir 6500 kilometrarnir á opnum havi rógvast í bátinum RIO, sum er 29 føtur til longdar.