Anthony Jasmin, ið duoin eitur, hevur givið nýtt tilfar út. Umframt teir fimm sangirnar, ið finnast á EP’ini, hava tey litið eitt videolag úr hondum.
Høvuðslagið á EP’ini er Stick Together, og tað er eisini til hendan sangin, at tey hava gjørt eitt videolag.
Nýggja útgávan finst einans í talgildari útgávu og er at finna á tænastum sum Spotify og iTunes.