Antihetjan sunndagin

- Tað eru betri menn enn eg, sum hava brent brotsspark í eins týdningarmiklum dystum, helt óhepni brotssparkskjúttin hjá HB, Allan Mørkøre

Var tað nakar einstakur persónur, sum var havdur á munni serliga ofta í Havn sunnudagin, mundi tað vera óhepni brotssparksskjúttin hjá HB, Allan Mørkøre.

Tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, og støðan var 2-1 til HB, hevði hann gyltan møguleika at flyta liðfelagarnar eitt risafet nærri FM-heitinum.

Restina av søguni munnun tey flestu kenna, og sjálvsagt var Allan harmur um brenda sparkið, tá vit seinni fingu orð á hann.


Trýstið var stórt

Fyrst og fremst helt hann tó, at størsta orsøkin til mistu stigini var, at B36 var nógv betra liðið í seinna hálvleiki.

- Teir vóru nógv meira aggressivir enn vit, og tá vit so ikki skora upp á okkara møguleikar, so kann tað ikki ganga øðrvísi, helt hann fyri, tá vit spurdu hann um dystin.

- Seinna hálvleik vórðu vit veruliga trýstir aftur á vøllin, og tað var als ikki tilvitað, at okkara spæl gjørdist so verjukent.

- Vit trúgva tó framvegis upp á gullið, tí um B36 megnar at trýsta VB á sama hátt komandi sunnudag, so ivist eg ikki í, at B36 vinnur tann dystin. Seinna hálvleik vórðu vit veruliga trýstir aftur á vøllin, og tað var als ikki tilvitað, at okkara spæl gjørdist so verjukent.


Ikki serliga stuttligt

Sum nevnt, so hevði Allan sjálvur møguleikan at skúgva allan iva til viks, men vanliga tryggi brotssparksskjúttin misnýtti, tá hann fekk møguleikan. Spurdur um hetta svaraði hann:

- Eg plagi at skora upp á brotsspark, men Tróndur lúrdi meg av í hasum førinum. Eg tosaði eisini við hann eftir dystin, og tá segði hann, at hann tók kjansin og tveitti seg rætta vegin.

- Tað eru tó betri menn enn eg, sum hava brent brotsspark í minst líka týdningarmiklum dystum, og hatta er so bara nakað av tí, sum ger fótbóltin stuttligan. Eg má tó viðganga, at tað ikki var serliga stuttligt beint eftir dystin, men sum sagt, so trúgva vit framvegis upp á møguleikan fyri gullmerkjunum, segði Allan Mørkøre at enda.