Richard Danielsen
Sum tað hevur ljóðað, so varð bókin hjá Ólavi Rasmussen, um Kirkegaard væl seld. Eg vil her gera eina viðmerking heilt stutt.
Ólavur Rasmussen kemur til ta niðurstøðu og tað ger ummælarin, Kim Simonsen eisini, at Kirkegaard meinar, at tey, sum siga at tey eru frelst, ella hava funnið sannleikan, eru á skeivari leið.
Um hesir menn skilja Kirkegaard rætt, dugi eg ikki at siga, eg havi ikki lisið Kirkegaard, men eg loyvi mær at ivast, um hann er heilt rætt skiltur.
Í hvussu so er; tey sum hava eina slíka fatan, hava ikki skilt nøkur grundleggjandi ting, eri eg bangin fyri.
Tá vit siga, at vit eru frelst og komin at kenna sannleikan, so er tað misskilt, um vit vera fatað soleiðis, at tað eru vit, sum nú hava funnið útav einum ella øðrum. Nei, hin frelsandi trúgvin er ikki nakað stórt, sum eg havi avrikað. Tí sigur Paulus í Rómbr.: »Tí er tað av trúgv fyri at tað skal vera av náði« Og í 2. Kor. sigur hann: »Eg trúði, tí talaði eg«.
Vit trúgva, tí Harrin sigur tað og hann lýgur ikki. Eg veit, at tað er ikki altíð so skjótt at koma til hesa sannroynd, tað sigi eg av egnum royndum. Men ein góðan dag, ella tíð í mínum lívi gekk tað upp fyri mær, eins og mongum øðrum, sum vitna, at tey eru frelst - eiga ævigt lív, at frelsan er ein gáva. Eg plagi at siga, at tað er um tá ið lærarin lærir barnið. Roknistykkið kann tykjast so torført, men so brádliga - so gongur tað upp fyri barninum: »Á, nú skilji eg tað, nú síggi eg tað, sjálvandi 2+2 er 4.
Nú fer sjálvandi eingin rættsiktaður persónur at siga: »Hov hov hatta mást tú ikki siga, tú mást ikki reypa, tað er ikki sikkurt hóast alt, at 2+2 er 4. Tað sikrasta er at ivast um alt, tá er man lítillátin«.
Nei, Harrin Jesus sjálvur sigur hetta. »Tann, sum sær sonin - t.v.s. skilur frelsuvegin og trýr - hevur ævigt lív«. Sær, skilir júst sum barnið.
Vit hava einki at rósa okkum av, vit trúgva bara einfalt tí, sum Gud sigur í orði sínum.
Um Kirkegaard virkuliga lærdi hatta, sum nevnt varð, so fór hann skeivur.
Í hvussu so er. Við at hugsa og spekulera við okkara lítla viti, kunnu vit skjótt fara vill. Tað er bert hin einfalda trúgvin á orð Guds - sum ikki er skrivað av monnum, men er ein opnbering úr enda í annan - sum ber á mál.