Anton Petersen: Portugisari á Svartasker

Tað vóru nógv skip frá ymiskum tjóðum undir Grønland. Tað hendu eisini vanlukkur, sum tá ið eitt portugisiskt doriuskip sigldi á Svartasker. Annars var tað eitt stórt framstig, tá ið fiskurin kundi avreiðast feskur

4. partur

 

Í 1959 havi eg ein nýggjan bát, sum eisini æt Bogi. Hann var bygdur í Hvalba eins og báturin hjá pápa mínum.

Mikkjal bátasmiðurin í Hvalba smíðaði skrokkarnar á bátunum. Hetta var júst tann tíðin, tá ið teir nógvu bátarnir blivu gjørdir. Vit fingu so teir á bedingina á Tvøroyri at gera bátarnar lidnar við motorhúsi við stýrhúsi oman á, tiljur, mastur og árar. Motorin setti Heini Nygård í.

Heini var eisini norðuri í Hvalba eftir bátinum hjá mær við báti sínum Kolli og sleipaði hann upp á Tvøroyri. Groth Larsen gjørdi elektrisku innleggingina, eins og hann leveraði og monteraði radiosendara, móttakara og fiskalupp .

 

Hans Hedtoft, Umanak og Ternan

Vit gingu hvønn dag inn á beding­ina at mála bátarnar. Hetta var veturin 1958-59. Eg minnist, tá vit komu inn á Tvøroyri seinast í januar, at onkur fortaldi okkum, at Hans Hedtoft var forlistur á Kappanum.

Greitt varð frá hesi hending í seinasta Vikuskiftis Sosiali. Men her skal eg skoyta uppí søguna um eina hending, sum ikki var við í hesi grein.

Hetta er í samband við frá­søgn­ina um ferðamannaskipið Umanak, sum á heysti 1959 mundi gingið burtur bæði á ferðini til Grønlands og aftur til Danmarkar. Tað var serliga hetta, sum fekk menn at ivast í tí forsvarliga at sigla til Grønlands mitt á vetri.

Við í hesum orðaskifti var eisini, at 26. januar 1957 gekk eitt marinuskip Ternen burtur við átta monnum. Tá ið eg seinni sama vár kom í Føroyingahavnina, fekst at at vita frá Egon, sum var dani, og sum hevði hildið vakt í Føroyinghavnini um veturin, at Ternen var á veg úr Godthaab til donsku flotastøðina Grønnedal í Suðurgrønlandi. Teir komu inn í Føroyingahavnina 24. januar at bíða eftir betri veðri, og at banka ís, sum hevði lagt seg á bátin. Kuldin var átjan stig.

Dagin eftir hildu teir ferðina fram. Á kvøldið fær flotastøðin í Grønnedal boð um, at teir eru komnir til Ravns Stóroy. Síðan hoyrdist einki frá teimum. Farið varð at leita, men teir vóru tarnaðir av ringum veðri. Tann 31. januar varð báturin funnin á botni í havnini í Ravns Stóroy. Fleiri av monnunum vóru framvegis í koyggjunum, og hetta merkti, at vanlukkan var hend sera knappliga. Kanningar vístu, at talan hevur verið um yvirísing saman við manøvrering. Teir deyðu vóru blaðungir danir, marinarar, í aldrinum 19-30 ár.

Ternen var seinni á sumrinum tikin upp aftur. Tá vísti tað seg, at hann var púra óskaddur. Eg minnist hann liggja í Føroyinga­havnini sum eitt dapurt minni um, hvussu vandafult tað var at sigla í Grønlandi, serliga á vetri. Báturin varð seldur til KGH.

Í 1991 varð reistur ein minnis­varði á Ravns Stóroy beint við staðið, har báturin møtti síni lagnu.

 

Mistu bát av dekkinum

Samvinnufelag Fiskimanna stóð fyri útróðrinum hetta summarið og hetta var eisini seinasta árið, at vit vóru til saltfisk. ´

Samvinnufelagið var eitt luta­felag, sum fyrst í 50-unum var stovn­að av Føroya Fiskimannafelag, sum átti 90% av lutapeningium. Hinir eigarar­nir vóru Føroya Skipara- og Naviga­tør­felag og Føroya Motor­passarafelag, sum áttu 5% hvørt.

Hetta felag rak útróður og sølu av fiskinum fram til fyrrapartin av 60-unum. Tað hevði eisini handil á Bryggjubakka inntil fyri nøkrum árum síðani.

Vit fóru til Grønlands við farma­skipinum Fursund, sum var um 3.000 tons til støddar. Jógvan Martin Joensen úr Oyndarfirði var skipari. Vit tóku salt frá Saltsøluni í Havn, og har tóku vit eisini nógvar bátar inn.

Dekkið var fult og eisini vóru bátar niðri í lastuni. Teir stóðu oman á saltinum. Vit vóru komnir norður til Havnar við bátunum Boga og Magnus Heinason nakað frammanundan. Teir vóru tiknir upp á keiuna hjá Bacalao við saltkrananum. Teir vóru tiknir fyrst umborð, og komu teir tí at standa í lastini oman á saltinum.

Tað var altíð fólk frá landi, sum gjørdi skipið sjóklárt og sum tískil eisini surraði bátarnar.

So var farið avstað. Nakað av vindi var ímóti, men einki illveður. Komnir nakað vestur úr Føroyum, umleið sigling í eitt samdøgur, fekk skipið eitt nos, og hann setti naka harðliga. Helst hevur tað verið ov nógv ferð við tílíkum farmi. Ein skopunarbátur fór í heilum líki í havið.

Eg haldi, at tað hevur verið ov illa frágingið við surringini. Tað var kanska heldur ikki so lætt. Skjótt skuldi berast at, og hetta var eitt stórt arbeiði.

Tað var ein syrgilig sjón at síggja henda nýggja og vakra bát fara rekandi aftur við borðinum. Tað var eingin roynd gjørd at taka hann inn aftur. Men tað hevði nokk heldur ikki borið til, tí so kundi tað blivið stórur skaði bæði á fólk og bátar.

Tað bleiv eisini tosað um, at motorurin helst var farin niður ígjøgnum bátin av tí harða stoytinum hann fekk, tá ið hann brast í sjógvin.

Báturin var surraður í barðholið, sum var eitt hol í dekkinum. Stykkið av stevninum, har rundingurin sum barholi var í, hekk eftir í surringini við øllum skinnaranum uppi í. Tað var ein ótrúlig kraft at skræða allar teir stóru seymirnar úr tí hørðu eikini.

Stutt síðan varð mær fortalt, at báturin var funnin aftur niðri í Hebridunum og var í brúk har. Teir sum áttu bátin vóru Sigurd og Jens Marius Hentze úr Skopun.

Aðrir bátar fingu eisini smærri skaðar. Millum hesar var ein hjá Jefri í Garðastovu í Vestmanna. Tað hendi einki við teimum bátunum, sum stóðu í lastuni.

So var vent aftur á Havnina at gera bátarnar aftur og eisini at gera arbeiði betur, so sum surringar og tílíkt.

Skopuningarnir lántu so ein bát av Sandi, gamla Ørvarodd. Hann var frammanundan útskiftur við ein nýggjan og størri bát. Vit lógu eina viku á Havnini og umvældu skaðarnar, og síðani var hildið avstað aftur. Og nú gekk betur, vit komu yvir til Grønland í øllum góðum.

 

Saltið mátti berast í sekkjum

Tá ið vit vóru komin yvir, blivu bátarnir settir á sjógv og byrjað var at fáa útgerðina í land. Her var talan um proviant, kol, bensin, salt og annað. Í so mátar líktist hvørt ár øðrum.

Tað var eitt ómetaligt sleip at fáa alt saltið uppá land og inn í skúrin. Fyrst var at fylla saltið upp í sekkir, so at hiva tað niður í bátin, síðani sigla tað inn til skúrin og fáa tað upp og seinast inn undir tak. Onkur hevði ein krana, so tað bar til við handamakt at hiva saltið upp. Men tað vóru verri enn so allir sum høvdu krana. Tá máttu teir handa sekkirnar upp úr bátinum við hond og bera teir inn í skúrin. Síðan skuldu sekkirnir stúrtast upp í rúgvur. Rúgvurnar skuldu vera so høgar, sum til bar. Hetta var fyri at hava so stórt gólvpláss sum møguligt, tí har skuldi fiskurin saltast. Tað var eitt ótrúligt sleip at fáa alt til høldar áðrenn við kundu byrja at fiska.

Fiskiskapurin var hampuliga góður hetta summarið.

 

Portugisari á Svartasker

Hetta sama summarið fór eitt portugisiskt doriuskip á boðan sunnan fyri Svartasker. Skipið æt Santa Maria Magdalena. Hetta var eitt stórt skip, sum tey flestu av teimum portugisisku vóru. Eisini var tað eitt hampuliga nýtt skip. Eitt tílíkt skip mundi hava einar 70-80 doriur ella kanska fleiri. Hetta vóru smáir árabátar við einum og onkuntíð tveimum monnum. Teir avreiddu so til hesi móðurskipini. Eg rokni við, at skipið hevði verið inni á Nordafar eftir útgerð. Tá ið hann fór út aftur tíðliga um morgunin var tað svart í mjørka og háflóð. Tað bleiv sagt, at hann hevði biðið um loðs, men at tað skuldi ikki bera til. Í hvussu er endaði hann á boðanum, sum eisini fekk navn eftir honum.

Av tí, at tað var háflóð, tá ið skipið fór upp, fekk tað so stóran skaða, tá ið tað fjarðaði aftur, at skipið fekst ikki av aftur.

Nordafar byrjaði at taka fiskin úr skipinum. Tað bar væl til, men teir máttu gevast, tí at fiskurin var so illa arbeiddur, at tað vísti seg, at hann var ikki søluvøra.

Hetta er eitt grovt dømi um, hvussu tann føroyski fiskimaðurin varð viðfarin. Um ein føroyskur fiskur bert var blánaður í sterti­num, varð hann dømdur sum vrak og fekk nógv minni prís. Fiskurin, sum her er umtalaður, var framleiddur av fólki úr einum landi, sum var avtakari av tí størsta parti av tí saltfiski, sum vit framleiddu. Har vóru eftir øllum at døma eingi krøv sett.

Annars er nógv broytt við saltfiski. Í nógv ár var saltfiskur størsta framleiðslan hjá okkara skipaflota. Nú eru nógv ár síð­­ani, at nakar toskur varð flaktur umborð á okkara skipum. Fram­vegis verður tó flakt á flakavirkjunum á landi.

Hendan dagin, portugisarin fór á skerið, komu vit aftur av útróðri seinnapartin á degi. Tá var væl av vindi. Men tað var klárað í, hann var høgur í ættini. Vit høvdu verið suðuri á Marrak. Tá ið vit komu stóð portugisarin á boðanum. Vit komu so upp ímóti honum. Tá hingu tær flestu doriurnar aftur úr skipinum. Tá kom ein maður aftur á reyv á skipinum og kappaði endan, sum tær hingu í. Har fór so alt á rák suður eftir.

Dagin eftir fóru vit aftir suður á Marrak. Tá funnu vit tríggjar doriur, og aðrir bátar funnu eisini fleiri.

Tey árini vóru nógvir portu­gis­arar í Grønlandi. Tað kundi komað fyri, at tað vóru eini 5-6 skip í senn inni í Føroyingahavnini um­framt nógv onnur skip frá øðrum tjóðum.

Tað vóru einir 100 manns við hvørjum av teimum portugisisku skipunum. So tað hevur verið eitt stórt tal tilsamans, tá ið alt var inni í senn. Tað var stílur um­borð. Vit løgdu til merkis, at yvirmenn­inir gingu í uniformi. Hetta var ikki tað, føroyingar vóru vanir við.

 

Nú góðar umstøður

Hesu ferð hevði eg ein annan skúr enn árið fyri. Eg hevði keypt ein saltingarskúr frá Samvinnu­felagnum. Samvinnufelagið hevði bygt hann til fýra bátaløg sum saltingarskúr, men hann var sundurskildraður í fýra partar.

Menninir búðu onkra aðra­staðni. Hesin skúrurin lá í ein­ari so serligari góðari vík. Hon var smøl og djúp og góð á øllum ættum. Henda víkin lá beint vest­an fyri ta gomlu Føringa­havnina, og út í móti innsiglingini til Føroyingahavnina. Henda skúr innrættaði eg ein part burtur av til at búgva í. Her var køkur, eitt rúm til manningina at sova í og eitt kamar til tann grønlendska kokkin.

Hetta gjørdu vit um várið, sum vit komu yvir, so tað tók sína tíð. Ein krana fekk eg gjørdan í eini smiðu heima. Í honum var stór hjálp, sjálvt um hann var til at vinda við hond.

Gott var at leggja at, djúpt var niður fyri og hampuliga slætt omaná. Árið eftir gjørdu vit eina brúgv framvið strondini, sum vit so aftur forlongdu í 1961. Tá bleiv brúgvin líka long sum báturin, so hann kundi altíð liggja við hana.

Jú, umstøðurnar vóru av teimum bestu hetta summarið. Tað skuldi bara verið komið fyrr! Alt bleiv liviligari og høgligari.

Við hetta summarið vóru umfram meg sjálvan Mikal Tausen av Sandi, Símun Joensen av Tvøroyri, Hans Pauli Hansen og Andrass Hansen úr Haldórsvík og sami kokkur, Anne Mari av Fiskanesi.

 

Nú avreiða vit ráfisk

1960 var var fyrsta summarið, sum vit avreiddu ráfisk burtur av. Tá var gongd komin á flakavinnuna hjá Nordafar.

Hetta várið komu vit yvir til Grønland við Karin K. umleið 10. mai. Sum vanligt var, varð beinan­vegin farið at rigga til. Vit fóru at mála bátin, hyggja at motorinum og slípa ventilarnar. Hetta máttu vit gera á hvørjum ári.

Hetta várið gjørdu vit eisini ein vatnbrunn tætt við skúrin. Hann bleiv stoyptur upp av betong. Frammanundan høvdu vit haft eina slangu liggjandi úr einari tjørn longur uppi. Hon lá undir einum lítlum hamara. Har lá ein kavafonn fyrst, tá ið vit komu yvir. Henda kavafonn tinaði so líðandi, so hvørt sum tað leið út á várið.

Soleiðis nørdist um vatnið í tjørnuni. Men so kundi tað knípa við vatni, tá ið tað leið út á summarið. Tí var tað, at vit gjørdu henda góða brunn. Hann høvdu vit altíð fullan at taka til.

 

Fossurin úr fjørðinum

Hetta summarið vantaðu vit ein mann, tá ið vit fóru heimani frá. Vit fóru so suður í Fiskanes at fáa ein mann har at koma við okkum. Vit vóru í fylgi við pápa mínum, sum eisini vantaði fólk, og hann fór suður har í somu ørindum við báti sínum Magnus Heinason.

Tá ið vit komu suður í Fiskanes, vísti tað seg, at ein stórur partur av tí yngra fólkinum var inni í einum fjørði innan fyri bygdina.

Vit fingu so onkran mann til at koma inn hagar við okkum. Tá ið vit komu inn í móti munnanum á fjørðinum hugsaði eg, at her er bæði smalt og grunt.

Eg haldi, at rennan var ikki meira enn einar tríggjar báts­longd­ir breið. Hartil var grunt, og tað sást væl niður á botn. Innan fyri var fjørðurin eisini smalur men ógvuliga djúpur.

Tá ið vit komu inn var háflóð. Tað hugsaði eg ikki um, fyrr enn vit fóru út aftur. Vit høvdu bert steðgað har inni so leingi, tað tók okkum at tosa við fólk. So var farið út aftur. Báturin hjá pápa mínum sigldi undan, ein grønlendingur stýrdi.

Nú vit koma út í rennuna, fer tann fremri báturin at vísa seg beint á høvdið. Nú var tað farið at fjarða, meðan vit hava verið har inni. Tí rennur tað út sum í einum fossi í rennuni. Vit máttu koyra á motorin fyri at báturin skuldi hava róðurkraft.

Eg veit ikki, hvussu tað hevði verið vorið, um vit høvdu steðgað longur har inni. Hetta var ikki so løgið, tá ið hugsað verður, allur hesin stóri og djúpi fjørðurin, skuldi fyllast og tømast eftir seks tímum ígjøgnum hetta tronga og smala sund.

Tað varð so farið norður aftur í Føroyingahavnina, og har byrjaðu vit útróðurin eina viku av juni mánað. Nú kann hetta tykjast at vera long tíð, áðrenn byrjað bleiv.

Men tá høvdu vit ikki sama skúr ár um ár, og stundum máttu vit eisini byggja av nýggjum. Tí bleiv so nógv tilrigging næstan á hvørjum ári.

Tað var stórur munur á okkara umstøðum og hjá teimum, sum róðu út við bátunum hjá Nordafar.

Teir komu til somu barakk ár um ár, fóru niðan á sjómans­heim­ið at fáa sær at eta og fingu fylt­an matkassa við frá sjómans­heiminum, tá ið teir fóru til útróðrar.

Var nakað í vegin við motori ella báti, so var bara talað á smiðjuna, so var tað orðnað. Annars var fiskur sjáldan at fáa fyrr enn komið var út í juni mánað. Eg visti, at tað kundi vera so sørt til fisk, at vit onkuntíð á veg suður í Fiskanes royndu stað úr stað uttan at fáa ein tann einasta fisk.

Men eftir einum degi kundi fiskur vera um allan grunnin. So knappliga kundi fiskur koma.

 

Stríð um fiskaprís

Hetta summarið ætlaði Grøn­landsfelagið at lækka prísin við 10 oyrum fyri kilo. Hetta var nógv, sum prísurin var tá.

Hetta fekk ilt í teir útróðrar­menninar, sum áttu sínar egnu bátar, og sum avreiddu til virkið.

Tað bleiv kallað til fundar inni á sjómansheiminum, har allir møttu saman við nøkrum av teimum, sum róðu út við nordafarbátunum.

Á hesum fundinum bleiv so viðtikið at senda fjarrit heim, at um prísurin varð lækkaður, fóru allir privatbátarnir at salta sjálvir. Henda møguleika høvdu nordafarbátarnir ikki, teir vóru bundnir av Nordafar. Teir høvdu heldur ikki hølir at salta í. Men okkara krav bleiv so eftirlíkað, og tað hendi so ikki meira við hesum.

Tað viðraði stak væl hetta summarið. Vit høvdu ongan bakk­dag fyrr enn tað kom út í august mánaði. Ólasøkudag høvdu vit 11.000 pund. Henda dagin vóru vit suðuri á Marrak, hagar tað tók tríggjar tímar at sigla.

Marrak lá inni á fastlandinum. Amerikanarnir høvdu ein flogvøll har. Her var ein ómetaliga stórur sandslætti og útfyri har, uttan fyri skerini, lá hendan fiskileiðin, sum vit kallaðu suðuri á Marrak. Ein oyggj lág eisini við ein boða har, og hon bleiv kallað amerikanara­oyggin. Eg haldi, at teir høvdu brúkt hendan bogan at sigla inn eftir.

Hetta summarið fingu vit 111 tons av ráfiski, og vit komu heim við Karin K. Vit vóru heima um 8. oktober.

Við vóru umframt meg sjálvan Mikal Tausen, Hans Hentze, Eyðun Mikkelsen, Sand, Renatius Corneliusen og Marie Lund úr Fiskanesi.

 

Hugtakandi uppliving

Í 1961 vóri vit eisini í Føroyinga­havnini. Framvegis avreiða vit fiskin sum ráfisk. Fiskiskapurin var hampuliga góður. Eg minnist eina hugtakandi hending hetta árið.

Vit komu út á Fiskanesbankan, tað var tíðliga um morgunin. Veðrið var av tí besta, ein lítil ond. Sólin kom júst tá úr havs­brúnni, so stór og blóðreyð, ikki rættuliga loysnað úr havin­um. Beint ímóti sólini lá ein portu­gisisk skonnart og setti doriurnar út. So hvørt sum tær komu á sjógvin, hongdu tær seglið upp og fóru frá skipinum. Tær hava verið einar 70-80 í tali. Hetta var ein sera stórfingin sjón.

Eg róði annars nógv út á Fiskanes­bankanum. Her var gott at rógva, serliga tá ið tað var mjørki, tí tað var so lætt at halda seg til kantin við fiskaluppinum. Ein fiskaluppur er sum eitt ekko­lodd men uttan pappír. So kundu vit reka í fleiri tímar og fiska, tá ið tað rak longs eftir bankanum.

Eisini hildnaðist tað so væl, um man nabbaði allan dagin, tí at fiskurin var so stórur. Ein annar fyri­mun­ur var at taka land í mjørka, tí vit vistu, hvar vit vóru staddir, tá ið vit fóru at sigla. Eingin radari tá. Hevði radari verið, so hevði tað mangan verið lætt­ari, og meira hevði komið burtur úr.

Eg minnist ein morgun, vit komu út á Fiskanesbankan. Tað vóru fleiri aðrir bátar har eisini. Vit komu út á útnyrðingshornið og truffu við beinan vegin. Tað gjørdu hinir bátarnir eisini. Tað sást av tí, at allir blivu liggjandi so róligir.

Tað var ein frískur vindur høgt, og vit róku suður eftir bankanum. Tað var nógvur fiskur at fáa, men um middagsleitið slakkaði tað av, og fiskiskapurin minkaði niður í einki. Men eg sá í fiskaluppinum, at fiskur var undir bátinum.

Eg sá, at hinir bátarnir har norðuri á bankanum eisini høvdu mist kennið. Teir vóru farnir at sigla uppaftur. Eg helt so við hinar, at tað mundi duga lítið at sigla heilt norður aftur. So eg helt, at best mundi vera at blíva liggjandi og fara at kóka døgurða. Og so var gjørt, og tá ið vit høvdu etið, var aftur farið til snelluna. Tað gekk ein løta, so var kenn, og sum frá leið høvdu vit aftur tann sama góða fiskiskapin sum áður.

Tað ið fiskurin ikki tók, vísti tað seg á fiskaluppinum sum eina høvd á botni. Men tá ið fiskurin so fór upp og tók húkin, líknaði tað greinunum á einum jólatræi.

Tá ið vit fóru aftur at sigla til lands um kvøldi høvdu vit 8.000 pund, ein góður dagur. Hinir bátarnir truffu ikki við aftur.

Hetta heystið komu vit aftur heim við Karin K. Við hetta summ­arið eru vit fimm menn og ein kvinna, kokkurin. Umframt meg sjálvan vóru vit Mikal Tausen, Sand, Símun Joensen,Tvøroyri, Manasse Lund, Jacob Nataniel­sen og kokkurin Marie Lund, tey vóru av Fiskanesi.

 

Riggaði væl við Karin K.

Í 1962 eri eg eisini í Føroyinga­havnini, og tað er eisini við sama báti Boga. Vit komu yvir við Karin K. Hetta var eitt skip, sum vit ferðaðust nógv við millum Føroyar og Grønland. Hetta var farmaskipið hjá Kjøbro, uppkallað eftir fyrru konu hansara.

Tær flestu ferðirnar, sum eg sigldi í millum londini vóru hampu­liga góðar, og sum so hendi eing­in skaði. Eg minnist onga ferð, at tað var nakað serliga ringt veður á hesum ferðum. Tað sum hendi við Fursund í 1959, var ikki neyðugt. Tað var ikki siglt eftir umstøð­unum, og eisini vóru bátar­nir ov illa surraðir og frágingnir, áðrenn lagt var frá landi.

Fiskiskapurin var hampuligur hetta ár og vit fingu 107 tons av ráfiski. Hetta summarið var verri veður enn til dømis í 1960. Eg haldi, at vit høvdu fleiri bakkdagar enn vanligt. Eg haldi eisini, at tað man hava verið verri við fiski hetta summarið.

Vit lógu eisini fleiri túrar úti. Norðuri í Kokkoyggjunum vóru vit fleiri túrar eisini. Vit fingu fleiri hampuligar túrar har. Inni í Kokkoyggjunum var eisini ein hampuliga góð natúrhavn, har tað var gott at liggja í øllum veðri og øllum ættum.

 

Báturin hekk í leysum lofti

Men allastaðni kann vandi vera á ferð. Eitt kvøldið komu vit inn í havnina. Vit fortoyaðu upp á síðuna á Giguni, bátinum hjá Karl Jespersen. Tað var flóð, tá ið vit komu inn. Einaferð onkur av okkum fór upp, tá var tað fjarað, nú hongur Gigan mestsum í leys­um lofti. Tá hevur ein stórur steinur verið undir bátinum, tá ið teir løgdu hann, og sum teir ikki sóu í myrkrinum.

Mennirnir á Giguni vóru farnir í land av bátinum, tí at tað var vandi fyri at hann koppaði. Vit máttu so eisini flyta, tí at tað sá rættuliga hættisligt út. Men hon bleiv so liggjandi, og tá ið flóðin kom, so flotnaði hon aftur og einki var hent við bátinum.

Har vóru eisini nógvir aðrir bátar frá Føroyingahavnini, sum fiskaðu har norðuri.

Vit komu eisini heim við Karin K. hetta heystið.

Manningin var umframt meg sjálva Eyðun Mikkelsen, Mikal Tausen, Sand, Símun Joensen,Tvøroyri, Manasse Lund og Marie Lund, kokkur, Fiskanes.

 

Longri at sigla eftir fiskinum

Vit eru komin til 1963. Vit høvdu rímuliga góðan fiskiskapi tey flestu árini, uttan tað síðsta árið, í 1968, tá bleiv so nógvur ísur seint á summarinum. Tað tarnaði fiskiskapinum so nógv, og tað kom ongantíð skil aftur á fiskiskapin. Annars var tað blivið so langt at rógva tey seinastu árini í mun til frammanundan.

Tey fyrru árini varð fiskað í nánd av Føroyingahavnini, ein tíma at sigla í longsta lagi. Men seinni bleiv tað heilt vanligt við trimum tímum. Og sigling fór við nógvari tíð, og ikki var tað altíð veður at fara so langt.

Annars haldi eg, at vit øll árini burdu fingið eina líkinda inntøku í mun til tann fiskiskap, sum vit høvdu. Men prísurin var heilt út av lagi vánaligur. Eg rokni við, at teir hava lagað prísin hjá bátunum eftir tí, sum støðin skuldi hava fyri at klára seg. Og tað var ikki smávegis, tí hon var bæði stór og dýr.

 

Løgið veður

Eg var úti fyri løgnum fyribrigdum tey árini eg var í Grønlandi.

Eitt av hesum var ein dagin, vit lógu suður fyri Marrak, tað var fínasta veður. Hetta mundi vera mitt í 60-unum. Vit lógu út fyri boðanum, sum er útsuður úr Amerikanaraoynni.

Tá hoyri eg í móttakaranum, at bátar, sum vóru staddir longur norðuri fyrst við Kokkoyggjarnar og síðani longur suðuri á Bokoyggja­­grunninum, tosaðu sína millum um, at teir fóru at sigla til lands, tí tað var blivið stormur.

Hjá okkum var sum sagt fín­asta veður. Men norðuri á luftini stóð eitt spiralformað skýggj eftir øllum hválvinum frá innlands­ísi­num eystanfyri til havsbrúnna vestanfyri. Og tað kom skjótt suður eftir. Vit hoyrdu eisini bátarnar norðan fyri boða frá, at nú var stilli aftur.

Tá ið hetta góða skýggj var beint uppi yvir okkum bleiv tað kolandi stormur. Tað var eitt belti so langt sum eyga rakk, men bara einar 2-300 metrar breitt sum vindurin var í. Vit skuldu fara at draga upp, men áðrenn vit høvdu fingið tíð til tess, var tað farið fram við. Tað var, sum tá ið man sær ein helikoptara koma tætt niður ímóti sjónum, tá ið tað er blika stilli. Hetta var møguliga eitt slag av einari tyfon.

Við hetta summarið vóru umfram meg sjálvan Mikal Tausen, Sand., Símun Joensen, Tvøroyri, Manasse Lund, Rebekka Lund, kokkur, Fiskanes.

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður greitt frá tí mest óhugnaliga sum hendi alla hesa útróðrartíð. Ein føroysk genta hvarv og sást ikki aftur