Anton skal venja Víking

Brasilski Dido fekk ikki neyðuga stemplið á venjarapappírini, og tí kann hann ikki venja Formulaliðið hjá Víkingi. Í staðin verður tað tann lokali Anton Skoradal, sum annars skuldi vera hjálparvenjari hjá Dido, sum skal hava høvuðsábyrdina av samanlagda liðnum hjá gøtumonnum og leirvíkingum. Dido fer av landinum aftur.

- Leiðslan harmast um støðuna, men er fegin um at Anton hevur játtað at tikið við starvinum, og sær fram til eitt spennandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá Víkingi.