Anton Skoradal skal hjálpa NSÍ

40 ára gamli Anton Skoradal verður í komandi kappingarári hjálparavenjari hjá NSÍ. Tað skrivar heimasíðan hjá runavíkingum.

Sáttmáli var sunnukvøldið skrivaður, sum bindir fyrrverandi Víkinga-venjaran at felagnum. Høvuðsvenjari í NSÍ er Pauli Poulsen.

 

Anton Skoradal var partur av GÍ-liðnum, sum fyrst í nítiárunum vann fýra meistaraheitið upp í slag.

 

Mynd: www.nsi.fo