Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur verið á óvæntaðari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Her segði hann, at Ukraina og onnur evropeisk lond, sum eru hótt av Russlandi, fáa amerikanska hernaðarhjálp, sum er verd tvær miljardir dollarar.
Uttanríkisráðharrin segði, at Biden-umsitingin fer at veita langsiktaða hernaðarhjálp til Ukraina og 18 grannalond hjá Ukraina.
Stuðulin verður latin Nato-londum og øðrum londum, sum samstarva um trygd og sum eru í vanda fyri russisku "aggressiónini" - nú og í framtíðini, sum Blinken málbar seg.
USA hevur áður latið eina røð av hjálparpakkum og hevði fram til juni í ár latið tilsamans fýra miljardir dollarar í lánum og stuðli til Ukraina og onnur evropeisk lond.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.