Antony skoraði í fyrstu royndini

Premier League: Manchester United  vann 3-1 á Arsenal og Brighton heldur fram at bjóða av

Tveir teir seinastu dystirnir í 6. umfari í Premier League hava verið í dag. Brighton vann 5-2 á botnliðnum Leicester, og Manchester United vann 3-1 á Arsenal, sum harvið setti síni fyrstu stig til.

 

Dagurin byrjaði við einum 5-2 sigri til Brighton móti Leicester. Heimaliðið hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og liggur á fjórða plássi. Tað var annars 1-0 til gestirnar úr Leicester longu eftir ein minutt, men vendi skjótt.

 

Seint seinnapartin tók Manchester United móti Arsenal á Old Trafford. Erik ten Hag, venjari hjá Manchester United, valdi at geva nýkeypta Antony ein kjans frá byrjan. Hann skoraði eisini fyrsta málið í dystinum.

 

Arsenal mundi hava yvirvágina leikliga og tað var ikki óuppiborið, at Bukayo Saka javnaði fyri Arsenal, tá ein tími var spældur. Manchester United svaraði tó skjótt aftur. Í báðum førum var tað Marcus Rashford, sum umsetti skjótálop til mál.

 

Við sigrinum hevur Manchester United vunnið seg upp á fimta plássið.

 

1Arsenal650114:715
2Manchester City642020:614
3Tottenham642012:514
4Brighton641111:513
5Manchester United64028:812
6Chelsea63128:910
7Liverpool623115:69
8Brentford623115:99
9Leeds622210:108
10Fulham62229:98
11Newcastle61417:67
12Southampton62137:107
13Bournemouth62135:187
14Wolves61323:46
15Crystal Palace61327:96
16Everton60424:64
17Aston Villa61145:104
18West Ham61143:84
19Nottingham Forest61144:144
20Leicester60158:161