AP lækkar á børsinum

Kursurin á partabrøvum í Atlantic Petrolium lækkaði heili 15%, tá børsurin læt upp í morgun

Føroyska oljufelagið Atlantic Petrolium boðaði í gjár frá, at teir gevast við eini royndarboring í Norðsjónum. Hetta er helst orsøkin til, at kursurin á partabrøvunum í morgun lækkaði 15%, tá børsurin læt upp.

Seinni stabiliseraði kursurin seg tó, og fór frá 900 upp á 920 fyrrapartin. Talan er sostatt um eina lækking upp á 12,8%.

Kursurin á partabrøvunum í Atlantic Petrolium hevur tó verið lækkandi í meiri enn eina viku. Týsdagin í síðstu viku var kursurin heilt uppi á 1499, meðan hann altso í morgun var komin niður á 920.

Við lækkingini í morgun svarar samlaða kursfallið seinastu dagarnar til eitt fall upp á 38%.