Apotekið hevur ikki longur einkarrætt at flyta inn náttúruheilivág.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur sett í gildi kunngerð, sum tekur burtur einkarrættin hjá Apotekinum at flyta inn náttúruheilivág, vitamin- og mineralsløg og homøopatiskan heilivág.
Við broytingini verður økið frameftir regulerað sum í londunum kring Føroyar.
Sambært Landsapotekaranum er samskiftið við Danmark á heilivágsøkinum sera tætt og leggur broytingini upp til at hava somu reglur galdandi á hesum økinum í londunum báðum.
Tó verður tað so, at føroyska Skrásetingarráðið kann taka serføroysk atlit á økinum, tað vil siga eisini at skráseta ella taka av skránni tilbúningar eftir tørvi.