Appilsingentan aftur at fáa

Appilsingentan eftir Jostein Gaarder, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út um ólavsøkumundið, varð útseld eftir stuttari tíð. Nú er hon uppafturprentað

Tíðindaskriv

Eisini í Føroyum hevur Appilsingentan fingið sera góða móttøku. Bókin, sum kom út á 22 málum í senn í fjør, er fyrsta ungdómsskaldsøgan eftir Jostein Gaarder í tíggju ár. Ummælini í heimlandinum hjá Gaarder Noregi hava verið sera góð: "Ungdómsbók, ið djarvt nemur við stórar spurningar - lívið og deyðan," skrivaði Dagbladet millum annað. Og Aftenposten skrivaði, at "henda bókin fangar bæði yngri og eldri lesarar við hugtakandi frásøgustíli sínum. Ein spennandi og samstundis sorgblíð søga". Á Listastevnuni í summar tosaði Jostein Gaarder um skaldskap sín og høvundavirki; ivaleyst hevur hetta tiltakið virkað við til, at bókin er so væl móttikin í Føroyum.

Appilsingentan snýr seg um Georg, sum er fimtan ára gamal. Hann er sum aðrir stórir dreingir, men so ein dagin fær hann eitt bræv, sum pápin hevur skrivað til hansara, beint áðrenn hann doyði. Í brævinum skrivar hann um leitanina eftir tí gátuføru Appilsingentuni, ein duldarfull vera, ið hann hittir tey mest óvæntaðu støðini.

Appilsingentan er ein heit, veruleikakend og bergtakandi søga um at liva, elska og doyggja - ein nýggj hugvekjandi søga, sum væl tolir at verða sett undir liðina á øllum teimum virðisløntu bókunum hjá høvdundanum. Aðrar bøkur eftir Jostein Gaarder, ið eru komnar út á føroyskum eru: Kabalgátan, Jólagátan, Sum í spegli, sum í gátu, og Heimurin hjá Suffíu, ið kom út samstundis sum Appilsingentan. Laura Joensen hevur týtt allar til føroyskt uttan Heimin hjá Suffíu, ið Edvard Olsen hevur týtt.