Arabisk sjónvarpsrás vísir føroyskt møti

Fyrireikarin Jeffri Johannesen letur væl at ferðini hjá George El Khoury. Hann hevur verið kring landið og greitt frá sínari lívssøgu. Møtið úr Kelduni verður víst á hansara sjónvarpsrás.

George El Khoury úr Libanon hevur síðstu vikuna verið í Føroyum, har ið hann hevur havt møtir og fyrilestrar. George verður kallaður Guds bankamaður, tí at hann var ein ríkur framstandandi bankamaður, áðrenn hann gjørdist kristin.
                      Hansara lívssøga um, hvussu hann stríddi seg fram til pengar og ríkidømi og síðani valdi alt hetta frá fyri at gerast evangelistur, er ein spennandi søga. George vaks upp í Libanon undir trongum korum, men hann stríddi seg uppeftir innan bankaheimin. Hann gjørdist ein av teimum heilt stóru kanónunum, tá ið hann menti eina nýggja inn- og útlánsskipan.
                     
Vendi aftur til konuna
Áðrenn George gjørdist heilt kendur, varð hann giftur einari libanesiskari kvinnu, sum hann fekk fýra børn saman við. George tímdi tó ikki at vera bundin, og tá ið hann fekk bjóðað starv í Belgia, rýmdi hann frá konu og børnum. Hóast hann livdi eitt lív, sum nógv av okkum droyma um, so var hann ikki nøgdur. Ikki fyrr enn hann gjørdist kristin gjøgnum sonin Walid, fann hann tann friðin, sum hann hevur leitað eftir alt lívið.
                      - Eg skilji ikki, at nakar orkaði meg, tá ið eg var ríkur. Eg dugi nú at síggja, at eg havi verið ein býttlingur, segði George, tá ið hann støkk inn á gólvið í Miðlahúsinum hósdagin.
                      - Øll familjan hjá mær gjørdist kristin um somu tíð gjøgnum sonin hjá mær Walid. Stutt eftir hetta møttust eg og fyrrverandi konan aftur, og vit giftust aftur í 1999. Hon hevði ikki havt samband við nakrar annan mann, hóast vit hava verið sundur í meira enn 30 ár. Eg havi livað eitt flýggjasligt lív við nógvum konufólki, men nústani eri eg lukkuligur, sigur maðurin, sum nú er evangelistur og rekur eina kristiliga sjónvarpsrás í heimlandinum Libanon.
                      - Tú kanst av sonnum kalla meg hin burturvilsta sonin, sum er vendur aftur til konuna, familjuna og heimlandið, sigur George.
 
Møti vísast í arabiska heiminum
                      Tað er Jeffri Johannesen,  sum hevur fingið George til Føroya. Hann letur væl at ferðini hjá honum.
                      - Tað hevur gingið heilt væl. Tað vóru um 25 fólk í Miðlahúsinum fríggjakvøldið. Hann greiddi frá um sína søgu, og fólk settu spruningar. Til skeiðið í Kelduni leygardagin vóru 70-80 luttakarar, og tað var meira enn væntað. Til morgunmøtið í Oasuni vóru 100 fólk og til møti í Kelduni um kvøldið møttu 250-300 fólk, sigur Jeffri.
                      - Møtið í Kelduni varð tikið upp, og tað skal vísast á Spirit Channel, sum er sjónvarpsrásin hjá George. Sostatt fer arabiski heimurin at síggja hetta møtið, sigur Jeffri.                      George El Khoury fór avstað í morgun.