Dagfinn Olsen
1. november 1996 gav landsstýrismaðurin strandferðslustjóranum sekkin. Strandferðslustjórin, Thomas Arabo, kendi tá, at hetta var justitsmorð, sum landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund framdi ímóti sær.
Thomas Arabo vildi tá hava tænastumannasak. Soleiðis bleiv ikki og síðani hava sakførararnir hjá Arabo og Landstýrinum viðgørt málið. Nú er so semja gjørd, ið gevur Arabo 230.000 krónur í endurgjaldi og hann kennir seg reinsaðan, men Sámal Petur í Grund er ikki samdur.
Spurningur
um krónutal
- Eg dugi ikki at síggja, at Thomas Arabo er blivin dálkaður. Og eg haldi ikki ein kann siga, at hann er reinsaður ella hevur fingið uppreisn, sigur Sámal Petur í Grund.
- Hetta er bert ein spurningur um endurgjaldið. Eg metti, at hann átti fyri 3 mánaðar og nú er so mett nakað meira, sigur Sámal Petur í Grund.
Sámal Petur í Grund er heldur ikki samdur í, at uppsøgnin var politisk.
- Tað sum hendi var, at stovnurin koyrdi við undirskoti og tá ein knappliga varnaðist hetta, eftir at hava ringt fleiri ferðir og fingið at vita, at væl stóð til, so stóð ein knappliga við einari stórari upphædd í undirskoti. So spyr ein, hvussu hetta skal fáast inn og svarið var, at eingin orsøk var til órógv. Tað gjørdi, at eg misti álit á, at Thomas Arabo kláraði at reka stovnin, sigur Sámal Petur í Grund.
Thomas Arabo sigur annars, at hann gav landstýrinum boð um hetta longu í 1995, so hetta samsvarar ikki, ella hvussu?
- Hatta er ikki heilt rætt. Tá fíggjarlógin var til viðgerðar, var ynski um at spara og fáa Strandferðsluna niður á 40 mió. Eg ringdi til Arabo og hann segði, at hetta var í lagi. Og hetta endurgav eg av Løgtingsins røðarapalli, sigur Sámal Petur í Grund.
Til prátið um justitsmorð sigur hann, at tað má onkur annar døma um og annars greina nærri, hvat tað er.
- Eingin hevur sett spurnartekin við uppsøgnina, hon var í lagi. Tað, sum spurnartekin er sett við, er tíðin. Hvat skal ein tænastumaður hava og hvat skal ein starvsmaður hava í endurgjaldi. Og hvat av hesum var hann, so hetta er ein fyrisitingarligur spurningur og tað snýr seg um krónur og oyru, metir Sámal Petur í Grund.
Ikki reinsaður
- Tað skal sigast, at eg havi ikki sæð sakina. Eg sá í sínari tíð stevningina og nýtt landstýrið er komið, ið hevur mett øðrvísi, men teir hava ikki tikið uppsøgnina aftur, so hon stendur við, sigur Sámal Petur í Grund og leggur afturat, at Strandferðslan nú, kanska fyri fyrstu ferð í søguni, hevur hildið seg til sína játtan.
Tú metir ikki, at talan var um justitsmorð og at tú breyt stýrisskipanarlógina, sum Thomas Arabo førdi fram í blaðnum mikudagin?
- Stýrisskipanarlógin sigur, at landstýrismaðurin hevur ábyrgdina og ein so fær so at vita frá stovninum, at eingin vandi er og ein rykkir fleiri ferð eftir tølunum, hetta hava vit skrivliga, tí ein hevði varhugan av, at pengar væntaðu. So fæst knappliga at vita, at pengar vænta í og so spyr ein jú, hvussu hetta skal rættast. Svarið, ið vit fingu, mettu vit at vera so langt úti, at eg misti áliti á, at Thomas Arabo megnaði at reka stovnin, sigur Sámal Petur í Grund.
Avvísir tú, at tú vildi bjarga tær sjálvum og politiska lívinum?
- Um eg læt standa til og læt stovnin og Arabo brúka pening, sum teir vildu, so hevði eg mist høvdið fyrr ella seinni, men um eg hevði álit á, at stjórin fekk alt á pláss, so nýttist mær eingi stig at taka, sigur Sámal Petur í Grund.
Upp á spurnigin, um Thomas Arabo er reinsaður sigur Sámal Petur í Grund, at tað er hann ikki.
- Reinsaður er hann ikki, tí so hevði hann fingið starvið aftur. Eg veit heldur ikki, hvussu hann er dálkaður. Hann varð uppsagdur, tí mett varð ikki, at hann hevði stýr á tingunum.Eg veit ikki um tað er at dálka. Men at tosa um justitsmorð er alvorligt, men við síðuna av, tí tað er hetta ikki, heldur Sámal Petur í Grund.
- Tað er heilt náttúrligt, at tá ein verður uppsagdur, so fær ein endurgjald. Tað kann vera 3 ella 6 mánaðar ella semja verður gjørd um okkurt annað, sigur Sámal Petur í Grund, ið als ikki heldur metir seg at hava gjørt nakað galið ella at Thomas Arabo hevur fingið uppreisn.
- Eg haldi gongdin vísir, at eg gjørdi rætt, sigur Sámal Petur í Grund, ið ikki metir semjuna millum Arabo og Landstýrið at vera annað enn eina semju um endurgjald.