Eftir at hava verið trý ár í London og eitt ár í Indonesia, hevði Ben Arabo sín fyrsta starvsdag sum stjóri í Atlantic Petroleum í dag Ben Arabo hevur áður sagt, at tað tók honum ikki langa tíð at umráða seg, tá honum stóð í boði at gerast stjóri í Atlantic Petroleum.
- Nei, eg ivaðist onga løtu. Tað er ein stór avbjóðing at gerast stjóri í einum slíkum oljufelag, men tað er eisini ein spennandi avbjóðing, segði nýggi stjórin í føroysku oljufyritøkuni við Sosialin fyri tíð síðani.
Hóast nýggjur í stjórastarvinum í Atlantic Petroleum, so er Ben Arabo er tó á ongan hátt ókendur á føroyska oljupallinum. Í 14 ár starvaðist hann fyri Amerada Hess, áðrenn hann flutti til London og síðani Jakarta, har hann hevur starvast innan olju- og gassídnaðin.
Nýggi stjórin í Atlantic Petroleum heldur, at við teimum aktivitetum, sum felagið hevur í dag, eru avgjørt vakstrarmøguleikar í framtíðini, og hann er spentur upp at fara til verka.