Júst sum Yasser Arafat slapp út av høvuðsskrivstovu síni í Ramallah, har hann hevur sitið innistongdur í meiri enn ein mánað, brustu bardagar á við Føðikirkjuna í Betlehem, samstundis sum eldur kom í kirkjuna. Arafat segði seg ikki vera í iva um, at tað vóru teir ísraelsku hermenninir, sum høvdu byrjað bardagarnar, og sum høvdu sett eld á kirkjuna. Tað var týðiligt, at Arafat var í øðini um tíðindini úr Betlehem, og hann kallaði ísraelsmenn bæði yvirgangsmenn, nazistar og rasistar.
Ísraelsmenn avsannaðu, at tað vóru teir, sum høvdu skotið fyrst, og at teir høvdu sett eld á Føðikirkjuna.
Umleið 200 fólk hava sitið innistongd í kirkjuni, síðani ísraelski herurin kringsetti hana. Nakrir palestinar eru komnir út úr kirkjuni seinastu dagarnar, men ísraelsmenn siga, at tjúgu palestinskir yvirgangsmenn fjala seg framvegis í Føðikirkjuni.
At Ísrael er gingið við til at lata Yasser Arafat sleppa úr húsavarðhaldinum hevur samband við, at Arafat hevur góðtikið, at amerikanskir og bretskir fangavørðar skulu ansa eftir teimum fýra monnunum, sum herfyri vórðu dømdir fyri at hava myrt ein ísraelskan ráðharra í oktober í fjør. Fangarnir sita nú í einum fongsli í Jeriko.
Teir ísraelsku stríðsvognarnir, sum hendan seinasta mánaðin hava staðið uttan fyri høvuðsstøðina hjá Arafat í Ramallah, vóru ikki meiri enn farnir haðani, tá palestinar í hundraðtali streymaðu til høvuðsstøðina at fagna Arafat.
Vesturlendskir eygleiðarar vænta, at AQrafat nú fer at vitja teir ymsu býirnar á Vestara Áarbakka og flóttafólkaleguna Jenin. Eygleiðararnir siga, at ísraelska hernaðarátakið, sum byrjaði tann 29. mars, hevur havt við sær, at Arafat hevur ongantíð verið so væl umtóktur millum palestinararnar sum nú.