Arbeiða í Noregi fyri trælaløn

Íslendskir rørleggjarar, sum arbeiða í byggivinnuni í Noregi, fáa bara 54 norskar krónur í løn um tíman

Teir íslendsku rørleggjararnir, sum eru um 20 í tali, arbeiða í einari stórari byggiverkætlan í Fornebu-floghavnini uttan fyri Oslo, sum umfatar hotel, skrivstovur og kanningarstovur. Tað sigur norska kringvarpið NRK, sum eisini veit at siga, at nakrir av ríkastu monnum Noregs so sum Petter Stordalen, Arthur Buchardt og Kjell Inge Røkke skulu leiga høli har.

Ein av teimum íslendsku rørleggjarunum sigur við kringvarpið, at teir verða ikki løntir eftir norskum reglum, men íslendskum. Hann ásannar, at eftir norskum umstøðum er lønin lítil, men at hon er ikki so lág, um hon verður roknað í íslendskum krónum.

Íslendingarnir arbeiða fyri eitt íslendskt felag, men stjórin sigur við NRK, at ein misskiljing er orsøkin til, at rørleggjararnir fáa so lítla løn. Norska eftirlitið sigur, at tann lága lønin hjá rørleggjarunum kann vera grovt brot á galdandi lóg, og tí verður málið nú kannað, sigur NRK.