Arbeiða saman um at gera eina rist til flótitrol

- Tað er nógv torførari at staðfesta hjáveiðina umborð á teimum nótaskipum, har fiskurin verður pumpaður upp í skipið. Teir pumpa eini 1000 tons um tíman, og tá ber illa til neyvt at staðfesta, hvussu nógv hjáveiða er uppi í veiðini, sigur Súni Lamhauge, sum heldur, at royndirnar umborð á Nærabergi, sum tekur trolið inn, geva eina góða mynd av støðuni

Rist

Eftir royndirnar, ið Súni Lamhauge, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni, hevur gjørt umborð á Nærabergi við at kanna hjáveiði í flótitroli, verður enn einaferð mælt til at fáa rist til flótitrol at rigga sum skjótast.
Hóast royndirnar, sum higartil eru gjørdar at kanna hjáveiði av eitt nú upsa og toski í flótitroli, ikki vísa tey heilt stóru tølini, verður tó mett, at vit ikki eiga at síggja burtur frá teirri nøgd av fiski, sum endar í veiðini hjá hesum parti av flotanum.
Mælt verður tí til, at tann stóri fiskurin kann skiljast frá tí smáa, sum fiskað verður eftir.

Rist á veg
Súni Lamhauge veit at siga, at Fiskirannsóknarstovan, Trolvirkið Vónin í Fuglafirði og felagið Nótaskip, sum er felagið hjá hesum stóru trolarunum, eru farin undir eitt samstarv, sum hevur til endamáls at gera eina rist, sum loysir trupulleikarnar við hjáveiði hjá nótaflotanum.
Hann sigur, at ristin er roynd umborð á onkrum av nótaskipunum, og hann vónar, at komið verður undir land við hesum arbeiði, áðrenn langt um líður.
- Samstundis, sum arbeitt verður við loysn av trupulleikunum við hjáveiði, verður eisini neyðugt at kanna hjáveiðina ymiskar tíðir av árinum.
Hann sigur, at tað serliga er seint um heystið og tíðliga á sumri, at hjáveiða er uppi í veiðini hjá nótaflotanum.
- Hvussu hetta hongur saman, veit eg ikki við vissu, men hetta kann hava samband við, hvussu fiskurin, sum endar í flótitrolinum, ferðast hesar tíðír av árinum.
Súni sigur, at tað er ikki bert í Føroyum, at fokus verður sett á hjáveiðina hjá nótaflotanum.
- Bæði í Íslandi og Noregi hevur hesin spurningur eisini verið nógv frammi, sigur hann.

Góð mynd
Spurdur, hvussu tað ber til, at kanningarnar av hjáveiði nú á øðrum sinni í eitt hálvt ár eru gjørdar umborð á Nærabergi ? og ikki umborð á øðrum nótaskipum, sigur Súni, at orsøkin er, at umborð á Nærabergi taka teir trolið inn.
- Tað er nógv torførari at staðfesta hjáveiðina umborð á teimum nótaskipum, har fiskurin verður pumpaður upp í skipið. Teir pumpa eini 1000 tons um tíman, og tá ber illa til neyvt at staðfesta, hvussu nógv hjáveiða er uppi í samlaðu veiðini.
Súni Lamhauge heldur, at kanningarnar umborð á Nærabergi tískil geva eina góða mynd av, hvussu støðan við hjáveiði er.