Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Tvey skip landaðu til Fiskavirking í Saltangará mikudagin.
Kúrberg, sum roynir við snellu, hevði 60.000 pund. Tað nógva var smáttfallandi upsi. Fram, sum trolar við Vestmenningi, var fullur; teir høvdu út við 200.000 pund, harav góð 140.000 pund var upsi og restin onnur fiskasløg.
Vestmenningur landaði í Vestmanna, og teir høvdu á leið tað sama sum Fram. Mánadagurin var 2. hvítusunnudagur, og tí er hendan vikan ikki so long. Men Jason Johannesen væntar, at tvey skip aftrat koma inn at landa í vikuni. Tað eru Jaspis og Ametyst, sum væntandi landa fríggjadagin.
- Tað er ikki vist, vit keypa fiskin hjá báðum skipunum, men tað kann hugsast, sigur virkisleiðarin, Jason Johannesen.
Á Fiskavirking í Saltangará eru tey til arbeiðis hvønn dag.