J&K Petersen er farið í holt við at rudda økið á Oyrareingjum, sum ætlandi skal nýtast til goymslupláss. Hetta sigur heimasíðan, www.torshavn.fo. Ein boriflaki hjá J&K Petersen er eisini komin at liggja út fyri ífyllingini, og Leivur Hansen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at økið skal bæði slættast og asfalterast. Bleyti botnurin út fyri ætlaðu atløgusíðuni skal eisini reinsast, so bleyta tilfarið verður ført eystur millum Stong og Eystnes, har tað verður slept aftur.