Í apríl 1994 byrjaði saltfiskavirkið Tomba at taka móti fiski og virka hann til saltfisk. Byrjað var í Sørvági, men seinnu árini hevur virkið leigað seg inn í fyrrverandi »Rækjuvirkið« í Miðvági, og fyri ikki so langari tíð síðan keypti Tomba bygningin beint við síðuna av frá Føroya Banka, fyrrverandi »Trolhúsið«.
Ætlanin er at innrætta henda nýggja bygningin og so flyta í hann, men stjórin, Jørgen Niclasen, er ikki heilt vísur í enn, hvat bygningurin skal innrættast til.
Príslegan órógva
? Sum støðan er í løtuni, har útflutningurin av óviðgjørdum fiski hevur órógva prísleguna í Føroyum, arbeiða vit við ymiskum ætlanum í nýggja bygninginum. Støða er ikki tikin til enn, hvør framleiðsla verður í nýggja bygninginum, men bygningurin verður so umbygdur, sigur Jørgen Niclasen.
? Av tí at lítið og einki hevur verið av fiski í Barentshavinum, hevur eftirspurningurin eftir frystum fiski gjørt, at prísurin á upsablokki er nærum tvífaldaður, meðan saltfiskaprísurin enn er hækkandi, so støðan er nú tann, at tað lønar seg betur at virka blokk enn saltfisk.
? Støðan broytist alla tíðina, so trupult er júst nú at siga, hvønn veg tað ber, og harvið hvat lønar seg best at virka, leggur Jørgen Niclasen aftrat.
2000 tons
Tomba hevur keypt fiskin frá Fiskamarknaðinum, men tá talan er um at virka saltfisk, hevur verið keypt frá størru bátunum, tí fiskurin hevur verið feitari og harvið úrtøkan størri. Feskleikin hevur ikki sama týdning í saltfiskavirkingini sum í virkanini av frystum og feskum vørum, hóast hann sjálvandi hevur týdning.
Í 1997 virkaði Tomba 2000 tons av saltfiski og stjórin metir, at nøgdin verður nakað tað sama í ár. Keyparar í Portugal, Fraklandi og Kanada keypa fiskin frá Tomba.
Eini 15-20 fólk hava arbeitt á virkinum.