Havnar Arbeiðarafelag sigur, at upprunaliga var ætlanin at fáa lýst viðurskifti kring lønardumping pg óskipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men at tá kanningin varð løgd fram, snúði hon seg meira um at finna eina gølu enn at lýsa arbeiðsviðurskiftir.
- So er støðið líkasum lagt, tí tað, sum vit upprunaliga fingu at vita skuldi verða ein kanning av spurninginum um lønardumping og hvussu útlendingar eru skipaðir í fakfelag, er nú vorðið til eina kanning, sum sjónliga vísir, at áhugin í fyrstu atløgu hevur verið at finna fram onkra gølusøgu ístaðin fyri at halda seg sakliga til arbeiðssetningin. Millum annað er okkara felag drigið fram á ein hátt, sum vit bert kunnu tulka sum eitt beinleiðis álop, sigur Havnar Arbeiðarafelag.
Les eisini: Vit eru ósakliga viðgjørd í kanningini um útlendska arbeiðsmegi
Havnar Arbeiðarafelag leggur aftrat, at tað, at Heðin Lamhauge sum persónur er drigin fram í kanningini, er óneyðugt og átaluvert, og vil fakfelagið tí biðja Heðin Lamhauge um umbering.
- [Vit] vita, at tað sum er skrivað í frágreiðingini avgjørt ikki svarar til tað, sum er allur sannleikin, og tí fær frágreiðingin ein gølukendan dám, sum tíverri álvarsliga setir spurnartekin við trúvirði av kanningini sum heild, sigur Havnar Arbeiðarafelag.
- Samanumtikið skulu vit tí taka frástøðu frá frágreiðingini, sum løgd varð fram 5. august 2019.
Les eisini: Lýsingin av Jekaragøtu fer ikki um mark