Arbeiðið at leggja SHEFA 2 sjókaðalin byrjaði hesa vikuna. Tað er kaðalskipið IT Intrepid hjá kanadisku fyritøkuni International Telecom, sum leggur nýggja SHEFA-2 kaðalin. Skipið kom tann 25. juli til Maywick í Hetlandi, har byrjað var at leggja kaðalin mótvegis Føroyum.
Tað er serliga støðugi vøksturin innan breiðband, sum ger tað neyðugt at hava fleiri trygg altjóða sambond.
Tað er kaðalskipið IT Intrepid hjá kanadisku fyritøkuni International Telecom, sum leggur nýggja SHEFA-2 kaðalin. Skipið kom tann 25. juli til Maywick í Hetlandi, har byrjað var at leggja kaðalin mótvegis Føroyum. Í Føroyum verður kaðalin lagdur inn á Hvítanes, har sambandið verður ført víðari til Klingruna í Hoyvík.Væntandi tekur tað ein mánaða at leggja kaðalin upp til Føroyar.
Kaðalin verður lagdur í trimum pørtum, ið knýta Føroyar ? Hetland, Hetland ? Orkney og Orkney ? Skotland saman. Eftir at kaðalin er lagdur millum Hetland og Føroyar fer skipið til Skotland, og leggur tann partin av kaðalinum, sum er millum Skotland og Orkney. Harnæst verður seinasti partur millum Orkney og Hetland lagdur.