Svínoy: - Tað er ótrúligt, so nógv sum eitt einstakt arbeiðspláss kann betýða fyri eina so lítla bygd sum okkara, slær hann fast.
Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í heimbygdini, og hevur eisini verið formaður í bygdarráðnum. Og hann hevur eisini kunnað fylgt gongdini - ella rættari sagt: afturgongdini - í Svínoy.
- Eg vil tó ikki siga, at heimbygd mín er nakað undantak. Hava fólk arbeiði, so hugsa tey ikki um at fara aðrastaðni at búgva, sigur Eyðun Jacobsen.
Hagtølini prógva eisini tað sum Eyðun ber fram. Sambært Hagstovuni búðu 61 fólk í bygdini í 2002. Árið eftir var talið komið heilt uppá 73, sum eisini er tað hægsta seinastu 25 árini.
2003 var eisini árið, tá smoltstøðin lat aftur. Og tað var beinanvegin at fólkatalið tók at minka. Í 2004 búðu sostatt einans 58 fólk í Svínoy.
- Tað hevði verið gott, um fólkatalið aftur fór at vaksa, sigur hann bjartskygdur.
Líkindi eru veruliga fyri hesum: Ferðasambandið sjóvegis er batnað munandi, síðani Ritan fór at sigla higar seinasta summar; tyrlan flýgur regluliga til Svínoyar; og nú eru somuleiðis møguleikar fyri at fáa arbeiði í oynni, eftir at smoltstøðin so smátt er farin at rigga til.
Flutt útaftur
Eyðun Jacobsen minnist væl aftur á umstøðurnar í bygdini, áðrenn smoltstøðin varð bygd í 80’unum, og hvørja ávirkan tað hevði, tá hon lat aftur í 2003.
- Áðrenn smoltstøðin kom, høvdu flestu menn sítt arbeiði á sjónum, meðan nakrir fáir arbeiddu á landi.
- Meðan teir arbeiddu við smoltstøðini, gjørdu vit samstundis bátahylin her í bygdini. So tú kanst ætla, at hetta hevði stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi - og ikki minst fyri skattainntøkuna, vísir Eyðun á.
Um hetta mundi var arbeiði til umleið 10 mans einar 10 mánaðir um árið, tey árini meðan bátahylurin stóð í gerð. Seinni varð so farið undir smoltstøðina, har fleiri hildu fram í arbeiði.
Tá so smoltstøðin lat aftur, hendi tað ikki heilt óvæntaða, at menn fluttu aðrar staðir at finna sær arbeiði. Í roynd og veru var bert ein teirra verandi eftir - Eyðun sjálvur.
- Men nú ið smoltstøðin lat uppaftur, eru tveir teirra fluttir út aftur higar, umframt onnur fólk ið eru knýtt at støðini.
- Og tí er tað mín pástandur, at har arbeiðspláss eru, hagar koma fólkini eisini, slær Eyðun Jacobsen fast.