? Tað er umráðandi, at vit fáa eina so sterka samráðingarstøðu, sum yvirhøvur gjørligt. Tí má arbeiðið við at gera samráðingaruppleggið klárt taka so nógv tíð, sum tað nú einaferð tekur.
Høgni Hoydal vísir á, at tann tekniska viðgerðin av samráðingarupplegginum langt síðani er løgd til rættis. Tískil er umsiting væl fyrireikað til hetta arbeiðið, sum eisini gongst ógvuliga væl. Hann sigur, at tað, sum tekur tíð í sambandi við arbeiðið, er tann politiska prosessin.
? Vit arbeiða í løtuni við politisku prosessini, ið krevur tíð at búnast. Og neyðugt er, at vit geva henni ta tíð, sum henni nýtist til hesa búning, sigur landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum.
Høgni Hoydal vil tó einki siga um, hvussu langt tann politiska prosessin er komin, og heldur ikki vil hann siga, um samgongan hevur havt samband við nakran av andstøðuflokkunum í sokallaðu politisku prosessini. Men hann stendur fast við, at tað hevur týdning, at vit hava eina sterka og breiða samráðingarstøðu undan samráðingunum. Í hesum sambandi vísir hann á, at um landsstýrið ikki ynskti sterku samráðingarstøðuna, kundi tað langt síðani verið farið undir samráðingarnar, sum tað jú hevur heimild til.
Samgongan hevur fyrr ført fram, at hon sær møguleika fyri at finna breiðu politisku samráðingarstøðuna saman við Javnaðarflokkinum. Men, sum skilst á formanni Javnaðarfloksins, Jóannesi Eidesgaard, hava samgongan og Javnaðarflokkurin ikki samstarva í arbeiðinum við at gera samráðingaruppleggið.
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at eftir hansara tykki, er tað ikki tíðarfreistin, sum er avgerandi, men harafturímóti hevur tað stóran týdning at vit eru so væl fyrireikað, sum gjørligt til samráðingarnar. Løgmaður sigur, at hann heilt skjótt fer at tosa við andstøðuflokkarnar um samráðingaruppleggið, men enn hevur eiki samband verið, staðfestir hann.