Arbeiðið at leingja portalin í Hovstunlinum er komið væl áleiðis. Tað staðfestir Landsverk. Tó er ein feilur í betongelementunum, sum ger, at broytingar skulu gerast. Hetta kemur tó ikki at seinka arbeiðinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt til várs.
Portalurin við norðara tunnilsmunnan í Hovstunlinum - tað er Øravíkarmegin - er komin upp at standa, og arbeiðið hevur gingið skjótari enn væntað. Ein minni feilur í konstruktiónini av betongelementunum ber tó í sær, at rættingar skulu gerast. Orsøkin er, at føturnir á elementunum høgrumegin, tá koyrt verður inn í tunnilin, eru ov høgir, og tí er neyðugt at skera av teimum. Hetta kemur tó ikki at seinka arbeiðinum, sum væntandi verður liðugt til várs.
Norðari portalurin var einar 15 metrar til longdar og hevur alla tíðina verið ov stuttur. Hetta var longu staðfest, tá ið arbeiðið at gera tunnilin var liðugt. Neyðugt var tí at leingja portalin til umleið tað tvífalda, so at lendið kring tunnilsmunnan fekk eitt lagaligari hall. Hetta verður gjørt fyri at tryggja sjálva innkoyringina til tunnilin, men eisini fyri útsjóndina, sigur Landsverk í dag.