Tað gongur støðugt framá við nýggja grasvøllinum í høvuðsstaðnum, sum eftir ætlan skal vera liðugur í summar.
Poul Michelsen er ein av stigtakarunum, og hann sigur, at arbeiðið gongur nøkulunda sum ætlað.
? Higartil eru vit komnir nøkulunda so langt, sum vit høvdu roknað við og ætlað. Vit royna bert at útnytta tíðina sum frægast og arbeiða við tí førleika vit kunnu, sigur Poul Michelsen.
Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá bæði feløgum og áskoðarum, at ein grasvøllur verður gjørdur í Havn, sum liggur eitt sindur betur fyri enn vøllurin á Svangaskarði. Røddirnar, ið tala fyri hesum, siga, at um lands- og Europa Cup-dystir vórðu spældir í Havn, hevði tað savnað fleiri áskoðarar og harvið bæði betri stuðul til føroysku liðini umframt størri inntøkur til FSF og feløgini.
Føroyska A-landsliðið skal spæla tveir heimadystir í juni mánaði móti ávikavist Skotlandi og Bosnia/Hersegovina, og tað liggur fast, at teir báðir dystirnir skulu spælast á Toftum.
Poul Michelsen sigur, at juli er málið fyri, nær vøllurin í Havn skal vera liðugur.
? Tað krevur jú sína tíð at gera tað, sum skal til, og grasið skal eisini hava tíð til at vaksa. UEFA hevur fingið boð um, at dystirnir móti Skotlandi og Bosnia verða spældir á Svangaskarði, sigur Poul Michelsen.
Bæði tey stóru havnarfeløgini, HB og B36, skulu spæla Europa Cup-dystir í ár. Teir dystirnir verða í juli mánaði, og málið er, at hesir dystirnir verða spældir á einum spildurnýggjum grasvølli í Gundadali.
? Tað má sigast, at vit ikki hava verið so opnir mótvegis feløgunum um, hvussu tað gongst við arbeiðnum, men vit hava so roynt at kunna havnarfeløgini so frægt vit hava kunnað, sigur Poul Michelsen.
Pláss fyri
4000 áskoðarum
Grasið til vøllin skal koma úr antin Danmark ella Noregi, og í løtuni eru áskoðaraplássini ? tað verða sitipláss ? í gerð í Danmark.
Í fyrsta umfari skal pláss vera fyri umleið 4.000 áskoðarum. Tað er minni, enn hvat tað er pláss fyri á Svangaskarði, og tað kann tykjast eitt sindur løgið, tá ein av grundgevingunum fyri at gera ein grasvøll í Havn er, at tað hevði savnað fleiri áskoðarar. Men Poul Michelsen vísir á, at hóast landsstadionið á Toftum hevur pláss fyri fleiri enn 4.000 fólkum, so er tað sjáldan, at tað eru so nógvir áskoðarar til dyst á Svangaskarði.
? Vit høvdu ynskt at fingið pláss fyri 6.000 áskoðarum nú í fyrstu atløgu, men vit royna at byggja tað eftir pengapunginum. Eitt er, hvat vit ynskja, og eitt annað er hvat pengapungurin sigur. Hesi bæði mugu møtast á hálvum vegi, sigur Poul Michelsen og leggur afturat, at ætlanin er, at nýggja stadionið í Gundadali skal kunna hýsa eitt sindur omanfyri 9.000 áskoðarum, tá alt er liðugt.
? Tað hevur eisini nakað at gera við sponsorpengar. Tað er lítið at heinta hjá tí almenna, og tí royna vit at útvega pengar frá privata vinnulívinum, og tað er jú ikki nøkur løtt uppgáva, vísir Poul Michelsen á.
Góðan stuðul
av Toftum
Føroyingar hava ikki tær stóru traditiónirnar, tá tað kemur til grasvøllir. Ein hevur verið í Hvalba í nógv ár (sum fekk altjóða góðkenning í fjør), og so er tað tann á Svangaskarði.
Toftamenn arbeiða tætt saman við havnarmonnum, og royndirnar hjá teimum koma væl við. Poul Michelsen sigur, at eingin illvilji er millum partarnar, hóast tað kann roknast við, at tey á Toftum missa dystir, tá grasvøllurin í Havn kemur.
? Nei, eg haldi, at øll hava ásannað, at tað er neyðugt við einum grasvølli afturat og helst einum, sum skal liggja í sjálvum høvuðsstaðnum, og tað vilja allir partar eisini hava. Vit brúka ta vitan, vit kunnu, og har hava toftamenn jú drúgvar royndir, sum koma væl við hjá okkum, sigur Poul Michelsen.
Umframt HB og B36 skulu KÍ og GÍ eisini luttaka í altjóða fótbólti í ár, og føroyska A-landsliðið hevur tveir heimadystir móti Estlandi og Litavia í september mánaði.