Arbeiðið við Norðoyatunlinum er framskundað

Miðað verður ímóti, at tað skal verða koyrandi um Leirvíksfjørð í mái mánaði næsta ár. Hetta er tríggjar mánaðir fyrr enn upprunaliga ætlað.
Dávid Reinert Hansen segði við Útvarpið fríggjakvøldið, at bert fýra metrar av veggi skulu ruddast afturat, og at tað longu nú ber til at hyggja ígjøgnum.
Tað varð Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum og fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, sum skuldi skjóta seinasta skotið. Hetta varð gjørt klokkan 17:00 leygardagin.