Arbeiðir í fiski

Vágur: - Tað er kanska ikki so vanligt at kvinnur landa ein bát. Men tað havi eg í øllum førum gjørt rættiliga ofta, sigur Joselyn Poulsen úr Lopra. Hon er eitt av starvsfólkunum hjá Løðhamar Seafood í Vági. - Hin konan sum landar er Heidi, kona stjóran.

Niðri á havnalagnum í Vági er nógv virksemi henda týsdagin í farnu viku.

Trukkar koyra fram og aftur. Ein stuttleikabátur hevur júst lagt at landi, og uttanfyri einar neystadyr standa nakrir mans og práta saman.

Longur úti á molanum er uppaftur meiri virksemi. Her eru teir í ferð við at landa Norðsøka av Selatrað.

“Teir” er kortini ikki rætta úttrykkið, tí tað eru í roynd og veru tvær kvinnur ímillum tey, sum standa fyri landingini av hesum útróðrarbátinum beint nú.

- Vit vóru faktiskt tríggjar í áðni. Men tann eina hevur frí nú, greiðir fiskakonan úr Lopra frá.

Joselyn og hini hjá Løðhamar sleppa at luttaka í fiskaarbeiði, ið er rættiliga víttfevnt: Tey fáa tann dýrabara fongin í land; tey bæði salta fiskin, pakka hann og gera annað sum hoyrir einum slíkum fiskavirki til.

- Vit hava havt rættiliga nógv at gera hesa seinastu tíðina, greiðir hon frá.


Yvirtíð

Hóast Joselyn einans er 42 ára gomul, hevur hon arbeitt ein stóran part av lívi sínum í fiski, sum tey plaga at siga tað.

- Eg fór úr skúlanum, eftir at eg var liðug við 9. flokk, og havi arbeitt nógv í fiski, millum annað her hjá Løðhamar Seafood seinastu trý árini, greiðir hon frá. Eina tíð arbeiddi Joselyn eisini fisk á Tvøroyri.

Her hjá Løðhamar byrjaðu tey henda morgunin við at pakka saltfisk, og um 11-tíðina fóru tey undir at landa útróðrarbátin Norðsøka av Selatrað.

Vanliga hava tey 6-8 starvsfólkini átta tímar dag.

- Vit landa hann lidnan, og tað verður væntandi einaferð eftir nátturða. So í dag verður yvirtíð, sigur Joselyn.