Tann 6. mai er altjóða dagur fyri at gera havaarbeiði nektaður.
Útlendskir miðlar skriva nógv um henda altjóða dag, sum árliga er fyrsta leygardag í mai.
Bolius.dk skrivar m.a., at ein skal tó ansa sær, so ein ikki brýtir lógarinnar bókstav, eins væl og ein skal ansa sær á annan hátt.
Nektanardagur havaarbeiðarans er íkomin av The Naturist Society (TNS), ið er felag, ið berast kann saman við danska felagið Danske Naturister. Hugskotið er at koma nærri náttúruni, kenna frælsi og góðtaka kropp sín.
Ansast skal eftir, at grannar ella onnur ikki kenna seg stoyttan av hesum, og havast skal í huga, hvørt aldingarðurin er soleiðis, at ein skal gera sær ómak fyri at síggja ella sleppa innar. Tí sjónligari ein er, størri er vandin fyri at onnur taka sær tykni av tí tey síggja, skriva útlendskir miðlar.
Eisini verður mint á, at neyvan er alt arbeiði í aldingarðinum, ið vert er at fara undir nektaður, tí vandi kann standast av.
Spurningurin er so, um føroyska veðurlagið spælir við fyrsta leygardag í mai, um føroyskir havafjepparar annars skuldu havt áhuga í hesum altjóða degi.