Í hesum mánaðinum fer Arbeiðseftirlitið at vitja byggivinnuna, har stovnurin fer at meta um heilsu, umhvørvi og trygd á arbeiðsplássunum Vitjanin umfatar millum annað hesi viðurskifti:
Trygdararbeiði
Vælferðarskipanir
Arbeiði í hæddum
Persónlig verndarútgerð
Teknisk hjálpartól
?Endamálið við arbeiðsumhvørvislógini er at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi. Hetta skal altíð vera í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum og skapa grundarlag fyri, at virkini sjálv kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar. Eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum?, skrivar Arbeiðseftirlitið í tíðindaskrivi.
Areiðseftirlitið ger vart við, at virkini kunnu seta seg í samband við stovnin fyri at avtala eina vitjan, har arbeiðsplássið verður mett.