Útferð
Arbeiðsfólkið á Tavuni hevur enn einaferð verið uttanlands í summarfrí. Hetta er sjeynda árið á rað, at virkið í Leirvík bjóðar sínum arbeiðsfólki uttanlands – í skiftinum um heystið millum gulllaks og upsa.
Eitt sindur ymiskt er ár undan ári, nær virkið gevst við gulllaksavirkseminum, men tá ið august mánaði fer at halla, plagar at líða móti endanum.
Gulllaksavertíðin byrjar vanliga seint um várið, og í vertíðini fiska seks skip gulllaks, harav Tavan at kalla burtur av keypir fiskin hjá trimum av hesum skipum.
Meðan Tavan virkar gulllaks, er rættiliga nógv og støðugt arbeiði á virkinum, sum í hesum tíðarskeiði er í gongd einar 20 tímar um samdøgnið og vanliga í seks dagar um vikuna.
Arbeitt verður frá klokkan 06-16 og frá klokkan 16-02, ofta eisini leygardagar.
Stórur helmingur
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvussu nógv arbeiðsfólk plaga at verða við á árligu ferðunum uttanlands, men vanligt er, at størri helmingurin er við.
- Samlaða talið av arbeiðsfólki á Tavuni liggur nær seksti, tá øll eru tald við, og á ferðini hesaferð vóru vit eini 30 fólk. Onkur pør arbeiða á virkinum, men annars er hetta ikki ein túrur við maka. Tað eru bert arbeiðsfólkini, sum eru við á hesum ferðum, sigur hann.
Ferðalagið fór úr Føroyum við Norrønu fríggjadagin 28. august, og úr Esbjerg koyrdu tey í bussi til Rüdesheim í Týsklandi, sum liggur við Rhínánna og beint vestanfyri Frankfurt.
- Vit steðgaðu í Týsklandi í fimm dagar. Veðrið var gott. Vit høvdu sól, og hitin lá millum eini 20 og 30 stig.
Stjórin, sum sjálvur var við á ferðini, sigur, at tey vóru onkrar útferðir í Týsklandi, og eitt nú sigldu tey eftir Rhínánni, eins og tey vitjaðu elsta býin í landinum, Trier, sum liggur nær markinum til Luxemburd. Busstúrurin úr Rüdesheim til Trier tók einar tveir tímar.
- Í Trier, har eini 100.000 fólk búgva, vitjaðu vit eitt nú onkrar gamlar bygningar frá rómverjatíðini, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Ferðin uppiborin
Stjórin heldur, at fólk sum heild hava verið fegin um tær uttanlandsferðir, sum Tavan hevur skipað fyri, og soleiðis var eisini hesaferð.
- Vit rinda fyri ferð og uppihald, og vit halda, at arbeiðsfólk hava hesar ferðir væl uppibornar. Nógv arbeiði er á Tavuni í summarmánaðunum. Vaktirnar eru langar, og vikan somuleiðis. Tey allarflestu fara soleiðis ikki í summarfrí, fyrr enn vit eru liðug við gulllaksin. Eg haldi, at ein fittur partur av fólkinum sær fram til hesar ferðir, sum vit hesi árini hava gjørt í skiftinum millum gullaks og upsa.
Jóan Magnus leggur dent á, at tey eru sera væl nøgd við tey arbeiðsfólk, sum eru knýtt at virkseminum hjá Tavuni.
- Av teimum út við seksti fólkunum, sum eru í starvi hjá felagnum, eru nú at kalla bara føroyingar og onkur einstakur útlendingur, leggur hann aftrat.
Fólk ringja
Stjórin vísir á, at soleiðis, sum støðan í samfelagnum er broytt seinasta árið, hevur tað gingið væl hjá leiðsluni at mannað virkið.
- Jú, tað hevur gingið væl at varðveitt fólkið. Vit hava havt eina støðuga stammu, og síðan eru tað altíð tey, sum koma og fara. Soleiðis eigur tað eisini at vera.
Jóan Magnus Rasmussen vísir á, at nú er tað meira vanligt, at fólk ringja og spyrja um arbeiði, men í løtuni er verri at sleppa framat.
- Flestu fólkini, sum arbeiða á Tavuni, eru úr Leirvík og bygdunum nærindis, og onkur er úr Klaksvík, sigur hann.
Góð ársinntøka
Spurdur, hvussu høg ein ársinntøka hjá einum arbeiðsfólki á Tavuni er, tá árið er runnið, væntar stjórin, at hendan liggur millum 200.000 og 250.000 krónur – alt eftir, hvussu dúgliga fólk hava hingið í.
- Fólk fingu frí einar tríggjar dagar, áðrenn vit fóru til Týsklands, og í næstu viku er longu ætlanin at byrja við upsanum, sigur Jóan Magnus Rasmussen.