Arbeiðsleysir amerikanarar fáa nú hjálpa frá stóru heilivágfyritøkuni Pfizer Pfizer, sum er ein av heimsins størstu heilivágfyritøkum, sigur í einari fráboðan, at fyritøkan hevur sett sær fyri at hjálpa fólki, sum hava mist arbeiðið orsakað av fíggjarkreppuni. Tí ætlar fyritøkan at lata arbeiðsleysum Viagra-tablettir og 70 ymisk sløg av heilivági ókeypis.
USA Today skrivar, at hjálpin er ikki heilt treytaleys. Ein treyt er, at fólk skulu hava verið arbeiðsleys minst fýra mánaðir.
Fólk skulu venda sær til Pfizer innan árslok, og tey, sum fáa játtandi svar, fáa heilivágin, til støðan batnar, skrivar USA Today.