Nýggj hagtøl vísa, at arbeiðsloysið í evrulondunum sum heild var 11,1 prosent í mai, og so stórt hevur tað ongantíð verið fyrr. Ringast stendur til í Spania, har 24,6 prosent av teirri arbeiðstøku fjøldini eru arbeiðsleys.
ES-hagtstovan Eurostat sigur, at 11,1 prosent svarar til 17,5 milliónir fólk, og hagtølini vísa, at 88.000 komu afturat í mai.
Verða hini ES-londini tikin við í hagtølini, var arbeiðsloysið í ES 10,3 prosent í mai, og tað var heldur størri enn í apríl. Í øllum ES eru knappliga 25 milliónir fólk arbeiðsleys, og 151.000 komu afturat í mai, sigur Eurostat.
Tað størsta arbeiðsloysið er í Spania, har 24,6 prosent hava einki arbeiði. Næstovast á listanum er Grikkaland við 21,9 prosentum, í Letlandi er tað 15,3 prosent og í Portugal 15,2 prosent. Minsta arbeiðsloysið í ES er í Eysturríki, har 4,1 prosent eru arbeiðsleys. Í Niðurlondum er talið 5,1 prosent, í Luksenburg 5,4 og í Týsklandi 5,6 prosent.