Arbeiðsloysið í Føroyum var 1,1 prosent í juni Arbeiðsloysið í Føroyum hevur enn einaferð gjørt nýtt søguligt botnmet. Arbeiðsloysi var í juni uppgjørt til 1,1 prosent av arbeiðsstyrkini, sum eru tey ímillum 16 og 66 ár. Arbeiðsloysi er ikki tað sama hjá monnum sum hjá kvinnum. 0,8 prosent av monnunum vóru arbeiðsleysir í juni, og 1,4 prosent av kvinnunum gingu uttan arbeiði í síðsta mánað. Býtt á kyn hevur arbeiðsloysi heldur ongantíð verið so lágt sum nú. Hetta skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu.
Um hugt verður at, hvussu fulltíðararbeiðsloysi er býtt millum sýslurnar, er myndin nakað øðrvísi: Suðuroyggin og Norðuroyggjar hava størri part av teimum arbeiðsleysu í mun til arbeiðsfjøldina. Í Vágum er býtið mestsum javnt, meðan hinar sýslurnar hava lutfalsliga minni part av arbeiðsleysum.
Samanborið við onnur lond, er tað føroyska arbeiðsloysið sera lítið. Miðalarbeiðsloysið í teimum 27 ES-londunum var 6,5 prosent í mai 2008. Av Norðurlondum var arbeiðsloysið minst í Íslandi, har 2,3 prosent vóru arbeiðsleys í fyrsta ársfjórðingi og størsta arbeiðsloysið var í Finnlandi, har 8,8 prosent vóru arbeiðsleys í mai.