Síðani á nýggjárinum eru umleið 3.000 arbeiðspláss horvin í danska ídnaðinum, skrivar Industriens Dagblad, sum er limablaðið hjá danska ídnaðarfelagnum.
Í fjør varð roknað við, at danir fóru at missa umleið 5.000 arbeiðspláss í ídnaðinum í ár, men tølini vísa, at tað verður uppaftur verri, sigur Michael Bay Hansen, sum er búskaparfrøðingur hjá Dansk Metal. Hann vísir á, at í fjør bleiv talið 5.000 mett at vera í hægra lagi, men tað sigur bara, hvussu nógv verri tann veruliga gongdin er, sigur hann við Industriens Dagblad.
Ein uggi er tað kortini, at arbeiðsloysið er minkandi, og tað vísir, at tey, sum missa arbeiðið í ídnaðinum, fáa arbeiði í tænastuvinnuni ístaðin fyri.