Í skrivinum stendur millum annað "Løgmansskrivstovan er nú farin undir løgføðiligu kanningina av, um landsstýrismaðurin hevur framt brot á lóggávuna í sínum samskifti og sambandi við nevndina.
Kanningin verður gjørd samsvarandi stýrisskipanarlógini §33 stk. 3, sum sigur, at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt."
Fyri at kanna, um ákærurnar móti Bjarna Djurholm er sannar, sendi Løgmansskrivstovan hetta skrivið út í gjár, til allar verandi og fyrrverandi nevndarlimir í Framtaksgrunninum eftir 3. februar 2004, og starvsfólki í sama tíðarskeiði:
Undirritaði (Sjúrður Rasmussen, blðm.) er farin undir fyrireikingarnar til rættarliga eftirlitispartin. Í hesum viðfangi fari eg at heita á tygum um at vera so beinasamur/som at svara mær hesum spurningum:
1.Hava tygum eftir 3. febuar 2004 havt samskifti við Bjarna Djurholm, landsstýrismann ella nakran embætismann/kvinnu í Vinnumálaráðnum um viðurskifti Framtaksgrunsins ?
2.Hava tygum eftir 3. febuar 2004 sjálv/ur hoyrt ella sæð samskifti millum annan nevndarlim í Framtaksgrunninum og Bjarna Djurholm, landsstýrismann ella nakran embætismann/kvinnu í Vinnumálaráðnum um viðurskifti Framtaksgrunsins ?
3.Um so er, hvønn dato hevur samskiftið verið, ella nær umleið, við upplýsingi um tað var við brævi, telduposti, telefon ella á fundi og um tygum, Framtaksgrunnurin ella Vinnumálaráðið tók stig til hetta samskiftið.
4.Fyri hvørt einstakt samskifti fari eg at spyrja hvørt
a.Landsstýrismaðurin ella embætismaðurin gav til kennar, hvussu ávís heimild hjá nevnarlimunum sbr. viðtøkunum átti at verið útint og tá viðvíkjandi hvørjum og á hvønn hátt ?
b.Um tygum uppfataðu útsøgnina sum boð ella leyst prát ?
c.Um tað í samskiftinum beinleiðis ella óbeinleiðis vóru nevndar nakrar avleiðingar fyri tygum, um tygum ikki fóru at útinna nevndarheimildirnar á tann skitseraða háttin ?
Hava tygum liggjandi brøv, notatir ella annað skjalatilfar viðvíkjandi nevnda samskifti, farið eg at loyva mær at biðja um avrit.
Svarfreistin er sett til 19. juni 2006.