Arbeiðssigur gav KÍ oddasessin

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen kann fegnast um, at KÍ er einsamalt oddalið í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jonast Flindt Rasmussen aftaná 2-1 sigurin hjá KÍ á TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági.

Liðskiparin hjá KÍ heldur, at tað var ein arbeiðssigur í einum torførum útidysti, sum gav KÍ sigurin í dag. Jonas Flindt Rasmussen heldur, at tað gekk betur við spælinum í fyrra hálvleiki, meðan seinni hálvleikur bleiv meiri myndaður av heimaliðnum. 

Jonas Flindt Rasmussen fegnast eisini um, at KÍ framvegis er ósigrað, og er nú einsamalt oddalið í effodeildini. Nú gleðir Jonas seg til dystin ímóti HB á heimavølli í Klaksvík, sum er gamli klassikkarin í bestu deildini.